Hondbólturin tekur nýggjar altjóða lógir í brúk

Fótbóltur: Hondbóltsspælið í Føroyum verður broytt við nýggjum lógunum

Hondbólturin í Føroyum verður leygardagin lagaður eftir nýggjum altjóða lógum, sum komu í gildi fyrr í ár.

HSF hevur avgjørt at hesar lógir nú skulu brúkast í Føroyum eisini, og í upphitingardystum og -kappingum, sum hava verið undan kappingini, hava dómarar og spælarar spakuliga vant seg til broytingarnar.

Broytingarnar umfata ymsar tættir av hondbóltsspælinum, og talan er fleiri broytingar.

Skeiv útskifting av spælara skal revsast við fríkasti frá útskitingarstrikuni, har spælarin fór inn á vøllin. um bólturin er á einum staði, sum fyri mótstøðuliðið, er betri fyri, skal fríkasti takast av tí staðnum. Spælarin, sum fer ólógliga inn á vøllin skal revsast við útvísing í tveir minuttir.


Burturvísingar

Tað er ikki loyvt at nema við bóltin við beinunum undir knæ ella fótinum uttan at bólturin verður kastaður á beinið av einum mótspælara. Og framyvir verður lovyt at kasta seg eftir bóltinum, tá hesin rullar eftir gólvinum.

Drál skal dómarin markera við dómaratekninum 18. Um liðið, sum hevur bóltin, ikki ger nakra roynd at kasta móti málinum, skal dømast fríkast ímóti tí.

Lógirnar, sum viðgera hendingar, tá spælari ger seg inn á ein annan, verða gjørdar harðari.

Spælari, sum ger seg inn á ein annan, so at heilsan hjá spælarunum er í vanda, skal burturvísast. Nevnd verða nøkur ítøkilig dømi, sum eru umfatað av nýggju lógini.

Tá spælari slær ein mótspælara, sum skal skjóta, í skotarmin ella togar skotarmin, skal hann burturvísast.

Tað skal hann eisini um hann loypir á mótspælara, sum verður raktur á hálsin ella í høvdið, um hann rakar mótspælara á kroppin við fóti knæ ella annan hátt, og um hann skumpar ella loypir á mótspælara, sum rennur ella hoppar soleiðis, at hesin missur tamarhald á sínum kropsrørslum.


Byrjanarkast

Byrjanarkast skal takast seinast trý sekund eftir at dómarin hevur floytað frá miðjum vølli.

Kastarin skal standa við einum fóti á miðlinjuni til bólturin er farin úr hondini. Viðspælarar á áleypandi liðnum skulu ikki fara um miðlinjuna fyrr enn kastað er. Um so er, at viðspælari fer um miðlinjuna áðrenn kastað er, og eftir at dómarin hevur floytað, skal dømast fríkast til mótstøðuliðið.

Við byrjan av hvørjum hálvleiki skulu spælararnir vera á egnari hálvu. Mótspælarar skulu vera minst tríggjar metrar frá tí, ið tekur byrjanarkastið.

Lógirnar koma í gildi frá byrjan av kappingini, men lógirnar, sum fara gera tað møguligt hjá liðunum at taka timeout undir dystinum, verða bert galdandi fyri 1. deildirnar og unglingadeildirnar.