Hopleyst at fáa kvinnur í Suðuroy at stilla upp

Summi halda, at orsøkin er, at Føroyar eru skipaðar sum eitt valdømi

Hvar eru kvinnuligu valevnini í Suðuroynni?

Tað var ein spurningur, teir politisku flokkarnir fingu á veljarafundi í Skúladeplinum í Suðuroy í gjárkvøldið.

 

Fundurin var fyri valevnini hjá teimum ymsu flokkunum, sum búði í Suðuroy og har vóru fýra teir stóru flokkarnir umboðaðir við tilsamans 11 valevnum. Miðflokkurin hevur eisini ein suðuroying á listanum, men hann hevði forfall til fundin.

 

Men tað skar í eyguni í onkrum av veljarunum, at av øllum valevnunum í Suðuroy, er bara eitt kvinnuligt valevni. Tað er Sirið Stenberg úr Tjóðveldi og flokkarnir vórðu spurdir, hví kynsbýtið var so ójavnt.

 

Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum staðfestu, at tað var hopleyst at fáa kvinnur at stilla upp, hóas teir høvdu leitað við lykt.

 

Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum heldur, at ein orsøkin til tað er, at Føroyar nú eru skipaðar sum eitt valdømi.

 

Nú noyðast flokkarnir at verða taktiskir, tá ið teir stilla upp og stillar ein flokkur ov nógv valevni upp, fara atkvøður at spjaðast, so at einki av valevnunum fær nokk av atkvøðum til at verða valt á ting.

 

- Trupulleikin við kynsbýtinum er versnaður síðani Føroyar vórðu eitt valevni, sigur hann.

 

Eisini Sirið Stenberg harmast støðuna. Hon vísti á, at upp undir síðsta val, hildu kvinnuligu valevnini kvinnukafé, og nú situr hon púra einsamøll.

 

- Verða kvinnur hildnar framat, og eggjaðar til, so halda tær seg framat. Eisini hon heldur, at tað var eitt afturstig fyri kynsbýtið, at Føroyar vórðu eitt valdømi.

 

- Tá ið Føroyar vórðu skipaðar í eitt valdømi, skuldi onkur víkja, og tað vórðu kvinnurnar.  Og teir, sum koma sær framat eru ikki bara ”vanligir” menn, tað eru høvdingarnir, sum sleppa sær framat, heldur Sirið Stenberg. 

 

Hon vísir á, at til kommunuvalið stendur ikki á at fáa kvinnulig valevni. Tí vónar hon, at valskipanin verður broytt, tí hon dugir ikki at ímynda sær, hvussu støðan verður, heldur hendan skipanin fram.

 

Olaf Eyvindson, valevni fyri Sambandsflokkin, at eisini har hava tey arbeitt fyri at fáa kvinnulig valevni, men tað hevur verið til fánýtis.