Hópurin móti Spania úttikin

Lene Terp, landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur úttikið hópin til HM-undankappingardystin móti Spania, sum verður í Sevilla hósdagin 25. november, skrivar Fótbóltssambandið

Hósdagin 25. november klokkan 20:00, føroyska tíð skal føroyska A-landsliðið við kvinnum á vøllin aftur, tá HM-undankappingardysturin á útivølli móti Spania er á skránni. Dysturin verður spældur á Estadio de la Cartuja í Sevilla, og samstundis verður seinasta punktum sett fyri føroyskum landsliðsfótbólti í hesum árinum.

 

Lene Terp, landsliðsvenjari, hevur úttikið 19 spælarar til komandi avbjóðing, og av teimum eru tvær, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

 

Hópurin:

 

Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík

 

Valborg Østerø, B36 Tórshavn

 

Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála

 

Julia Naomi Mortensen, AGF (Danmark)

 

Ásla Johannesen, AGF (Danmark)

 

Olga Kristina Hansen, B36 Tórshavn

 

Rakul Maria Johannesen, B36 Tórshavn

 

Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

 

Kára Djurhuus, HB Tórshavn

 

Sarita Maria Mittfoss, HB Tórshavn

 

Maria Biskopstø, KÍ Klaksvík

 

Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík

 

Tóra Mohr, KÍ Klaksvík

 

Birita Ryan, KÍ Klaksvík

 

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík

 

Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík

 

Heidi Sevdal, NSÍ Runavík

 

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Maria á Lakjuni, Víkingur

 

Spania og Skotland eru fremst í bólkinum við 9 stigum í part. Ukraina og Ungarn hava 3 stig hvør, meðan Føroyar framvegis hava fyrsta stigið til góðar.