Frelsunarherurin virkar í 109 londum kring allan heimin. Allastaðni er hann bygdur upp á sama hátt og eyðkennini eru eins. Frelsunarherurin er m.a. kendur fyri sín lætta tónleik og ikki minst fyri horntónleikin.
Tann 23. oktober 1924 byrjaði Frelsunarherurin virksemi sítt í Tórshavn. Fyrstu árini fevndi tónleikurin mest um gittara, mandolin, munnharpu, harmoniku og concertina; horntónleikur hoyrdis fyrstu ferð í Frelsunarherinum í 1925, tá Viggo Lydholm, loytnantur var á vitjan og spældi kornet á møtunum.
Í 1928 var kommandant Rasmine Nielsen úr Danmark sett sum leiðari og heldur óvanligt fyri føroyingar, spældi henda 50 ára gamla konan kornet. Annars vóru um tað mundið tvey orkestur í Havnini, tey vóru Havnar Hornorkestur og harmoniorkestrið GHM - men har vóru bert mannfólk, sum spældu.
Í mai 1932 kom Kjartan Kjærbo aftur úr Íslandi, har hann hevði verið á leiðaraskúla og byrjaði at veita tónleikafrálæru. Fyrstu næmingarnir vóru Ludvig Breckmann, Ove Carlsen og Hans Jacob Christiansen.
Í august 1932 vitjar hornorkestur Frelsurnarhersins úr Reykjavík. Konsertir vóru hildnar í Klaksvík, Fuglafirði og á Tvøroyri. Ein heldur skemtilig hending var í sambandi við konsertina í Klaksvík, tí júst sum konsertin var byrjað, hoyrdist "grindaboð", og allir áhoyrar-arnir lupu á dyr.
Eftir hetta vóru fleiri av teimum ungu í Frelsunarherinum í Havn, ið høvdu hug at læra at spæla horn, og tann 23. oktober 1933 varð hornorkestrið stovnað. Men ikki fyrr enn 7. mars 1934 sæst í limabókum, at spælarar verða vígdir.
Orkesturleiðarar
Fyrsti musikkmeistarin var Palle Christiansen. Hann var settur sum leiðari tann 7. mars 1934 og virkaði fram til tann 17. apríl í 1936. Eftir hetta hava fleiri samkomuleiðarar tikið leiðsluna av orkestrinum, her ímillum Nicolai Gundersen (1936-1937), Håkon Dahlstrøm (1937-1938), Karsten Anker Solhaug (1938-1940) og Sverri Jørgensen.
Ikki fyrr enn tann 2. januar 1950 var leiðari formelt settur fyri hornorkestrið. Tá var Karl Olsen, vanliga kallaður Kalle, settur sum musikkmeistari. Hóast sín unga aldur hevði hann virkað sum varamusikkmeistari síðan tann 20. mars 1937. Kalle legði dirigentstokkin frá sær eftir drúgva og trúgva tænastu tann 11. november 1992, tá hann varð tilnevndur heiðursmusikkmeistari. Leiðari í dag er Finngerð Djurhuus Olsen.
William Booth, stovnari Frelsunarhersins er m.a. kendur fyri orðini: "Mínir bestu hermenn eru kvinnur" og Frelsunarherurin hevur ongantíð gjørt mun á kvinnum og monnum, men nevnast kann tó, at Hornorkestur Frelsunarhersins í Tórshavn er fyrsta hornorkestrið hjá Frelsunarherinum í Norðurlondum, sum hevur kvinnu í starvi sum musikkmeistari.
Hesi árini hava verið mangir hjálparvenjarar, nevnast kunnu Viclev Whitehead, Gunnar Mikkelsen, Høgni Højgaard, Robert Oughton og Ronny Røsvik.
Virksemið í dag
Hornorkestrið er ein virkin partur av Frelsunarherinum í Tórshavn. Spælt verður til møtir, og annars verður luttikið á flestu tiltøkum Frelsunarhersins. Spælararnir hava ymiska bakgrund, men tað sum bindur saman, er trúgvin á Jesus Kristus. Flestu føroyingar munnu kenna tónarnar, sum verða spældir av orkestrinum, tá farið verður í skrúðgongu oman á Vaglið á Ólavsøku. Endamálið við horntónleikinum er at veita áhoyrarunum eina heilsan - at Gud elskar teg, og frelsa er at finna gjøgnum Jesu blóð.
Gjøgnum hesi 70 árini hava mangar framførslur verið á skránni, og spælt hevur verið til mong høvi. Tá Frelsunarherurin ferðast til aðrar bygdir, er vanligt at hornorkestrið er við. Ein av føstu táttunum er at spæla hátíðartónar jóla- og páskamorgun kl. 9 í garðinum uttan fyri Landssjúkrahúsið.
Í summar eydnaðist at fáa nýggj ljóðføri til verandi spælarar. Pengarnir eru fingnir til vega við stuðli, og eru spælararnir sera takksamir fyri hetta. Nýggju ljóðførini eru avgerandi fyri framtíðina hjá orkestrinum.
Frálæra verður eisini veitt, soleiðis at møguleiki er at fáa fleiri spælarar til orkestrið.
Vitjan av Erik Silfverberg
Í sambandi við 70 ára dagin, fær hornorkestrið vitjan av Anne-Lise og Erik Silfverberg, úr Danmark.
Erik og Anne-Lise eru júst pensjonerað. Tey hava verið við í Frelsunarherinum, síðan tey vóru ung og eru kend fyri teirra stóru framleiðslu av kristnum sangum og tónleiki. Saman hava tey skrivað meira enn 50 sangir fyri børn og vaksin, umframt ein sangleik í sambandi við 100 ára stovningardag Frelsunarhersins í Danmark og Noregi. Mangir av teirra sangum eru umsettir til onnur mál.
Erik er kendur fyri at skriva tónleik og útseta tónleik fyri hornorkestur. Flestu av hansara verkum eru givin út gjøgnum Frelsunarherin, men nøkur eru eisini givin út á øðrum forløgum. Silfverberg hevur m.a. arrangerað nøkur kvæðaløg fyri Havnar Hornorkestur. Fyri nøkrum árum síðan vann hann fyrstu virðisløn fyri ein marsj til danska "Hjemmeværnet's" 50 ára dag, umframt at hann hevur vunnið aðrar virðislønir.
Silfverberg hevur eisini verið instruktørur og gestadirigentur í øllum norðurlondum, umframt Onglandi, Týsklandi, Hollandi, USA, Kanada og Hong Kong. Erik hevur eisini verið dómari við donsku meistarakappingarnar fyri hornorkestur.
Hvørgin teirra hevur tónleikaútbúgving. Erik er sivilverkfrøðingur og hevur verið útbúgvingarleiðari fyri "Den Grafiske Højskole" í Keypmannahavn. Hann hevur skrivað fleiri lærubøkur og granskað innan tilfar og umhvørvi við atliti til grafiska ídnaðin. Anne-Lise hevur skrivstovuútbúgving og hevur í mong ár verið privatskrivari fyri landsleiðara Frelsunarhersins í Danmark.
Jubileums tónleikur
Í sambandi við vitjanina hevur Erik Silfverberg skrivað eina medley, sum kallast "sange fra hjertet", samansett av uppruna føroyskum sangum. Talan er um kendu løgini "Her glaður eg ferðist" hjá Poul Færø, "Eg elski tær bløðandi hendur" hjá Sunnivu Háberg og "Kristus frelsir til fulnar" eftir Øssur Berghamar.
Gjøgnum árini hava eisini onnur skrivað tónleik til Hornorkestrið hjá Frelsunarherinum í Tórshavn. Nevnast kunnu m.a. "Addaba-march" og "Vaglið" eftir Håkon Dahlstrøm, "Jubilée-march" eftir Jens Guttesen, "Alfa og Omega" eftir Gunnar Mikkelsen.
Konsert
Í sambandi við hátíðarhaldið verður skipað fyri musikkfesti í Frelsunarherinum sunnudagin tann 26. oktober kl. 18.00.
Umframt frumframførslur av omanfyri nevnda stykki verður ymiskt á skránni, sum orkestrið hevur spælt hesi 70 árini. Talan verður mest um lættan tónleik, umframt at felagssangur er á skránni.
Í Føroyum eru nógv hornorkestur, og fleiri av hesum kenna helst truplu støðuna við at finna hóskandi tónleikaúrval við fáum spælarum. Hetta tónleikatiltakið í Frelsunarherinum vil vísa, at tað saktans letur seg gera. Tað ræður bert um at møta til tiltakið og fáa íblástur.
Tiltakið er alment. Høvi verður eisini at síggja nýggjar og eldri myndir, tónleikaskráir v.m. Aftaná eru øll boðin til drekkamunn og ein køkubita.