AC Horsens skorar ikki kassan við at selja Jens Berthel

Í Horsens Folkeblad høvdu tey væntað eina størri upphædd

Jens Berthel Askou, ið var høvuðsvenjari hjá HB í 2020 hevur tikið við starvinum hjá søguríka svenska liðnum, IFK Göteborg, ið er í kreppu og liggur til niðurflyting við bert sjey stigum fyri 11 dystir.

 

AC Horsens hevur selt Jens Berthel Askou til IFK Göteborg, men nú kann Horsens Folkeblad staðfesta, at tað er ikki talan um nakra stóra upphædd.

 

Sambært Horsens Folkeblad er bert talan um eina hálva miljón krónur í okkara peningi, ið sambært blaðnum er eitt vónbrot.

 

Jens Berthel Askou hevði eitt ár eftir av sáttmálanum við AC Horsens nú hann skifti til IFK Göteborg.

 

AC Horsens flutti saman við AaB niður í næstbestu deildina.