Hósdagin byrjar súkklutúrurin til París

Hósdagin byrjar spennandi túrurin hjá Team Rynkeby til París. Rynkurnar hittast til morgunmat í Havn og Runavík og verða síðan koyrdar norður til Klaksvíkar, har túrurin byrjar

Eftir at túrurin er byrjaður í Klaksvík, steðgar liðið til móttøku íNorðragøtu, á Toftum, í Saltangará og í Streymnesi, áðrenn síðstitúrurin her í Føroyum endar á Vaglinum í Havn.

Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin at heilsa uppá liðið og ynskja góðan túr. 

 

Skráin fyri hósdagin er henda:

 

Kl. 10.30: Helnabrekka í Klaksvík

 

Kl. 11.20: Klaksvíkar sjúkrahús

 

Kl. 12.15: Býráðshúsið í Norðragøtu

 

Kl. 13.30: Undirhúsið á Toftum

 

Kl. 14.30: Betri í Saltangará

 

Kl. 16.35: við Margáir í Streymnesi

 

Kl. 19.05: Vaglið í Havn.

 

##med2##

 

Um náttina fer alt liðið, 63 súkklarar og 14 tænastufólk, umborð á Norrønu.

 

Leygardagin á middegi leggur Norrøna at í Hirtshals, og so verður súkklað í eina heila viku. Á ferðini til París verðursúkklað í Danmark, Týsklandi, Belgia og Fraklandi. Súkklararnirkoma til París leygardagin 15. juli. Tá ið túrurin er liðugur, havateir súkklað uml. 1350 km.

 

Myndir frá túrinum verða lagdar út dagliga á síðuni hjá Team Rynkeby á Facebook og Instragram, og øll eru vælkomin at fylgjavið har.