Hotel Djurhuus lítla millión í yvirskoti

Tað var á heysti í 2020, at Hotel Streym fekk nýggjar eigarar, tá Rúni Djurhuus keypti felagið frá Svend Aage Ellefsen og broytti navnið til Hotel Djurhuus.

 

Hetta var mitt í koronutíðini, og akkurát tá vóru útlitini í ferðavinnuni og hotelvinnuni serliga avbjóðandi.

Roknskaparárini 2020 og 2021 góvu eitt lítið hall, men í so máta royndist betur hjá nýggju hoteleigarunum í fjør, tí tá lógu 944.000 krónur á botnlinjuni.

Bruttovinningurin vaks úr 3,8 milliónum krónum í 2021 upp í 5,6 milliónir í 2022.

Starvsfólkakostnaðurin vaks úr 1,9 milliónum í 2021 til 3,2 milliónir í fjør.

Eginognin hjá felagnum er 2,6 milliónir krónur. Felagið hevur onga langfreistaða skuld, og stuttfreistaða skuldin er 3,9 milliónir krónur.

Stjórar á Hotel Djurhuus eru Rúni Djurhuus og Jenny Alexandersdóttir í Heiðunum.

Nevndarformaður er Jógvan Emil Nielsen.

Nevndarlimir eru Áki Olsen, Hjalti Hvítklett og Rúni Djurhuus.