Hotell við friðskjólsøkjarum álopin í Onglandi

Í minsta lagi 11 løgreglufólk eru særd, eftir at tvey hotell, sum hýsa friðskjólsøkjarum, vórðu álopin.

Mánadagin drap ein 17 ára gamal drongur tríggjar gentur og særdi tíggju við knívi undir einum dansitiltaki hjá Taylor Swift í enska býnum Southport. Tað hevur elvt til ófrið fleiri staðni í landinum. - Mynd: Hollie Adams/Reuters

Í dag vórðu tvey hotell, sum hýsa friðskjólsøkjarum, álopin í Onglandi í sambandi við harðlig mótmæli í kjalarvørrinum av knívdrápi í Southport.

Tað skrivar Sky News.

Fyrsta álopið fór fram á einum hotelli í býnum Rotherham í miðskeiðis Onglandi seinnapartin í dag. Sambært Sky News vórðu millum annað vindeygu brotin og stólar kastaðir eftir løgregluni.

Í minsta lagi tíggju løgreglufólk fingu skaða. Ein teirra fall í óvit og starvsfelagar máttu bera hann av staðnum.

Sky News skrivar, at tað eydnaðist nøkrum fólkum í maskum at bróta inn á hotellið við at bróta eina glashurð.

Tey royndu síðani at seta eld á hotellið og sperraðu inngongdina við ruskspannum. Men tað eydnaðist løgreglufólkum at fáa maskeraðu fólkini úr bygninginum, áðrenn tey settu eld á.

Eisini í býnum Tamworth nærindis Birmingham er lopið á eitt hotell, sum hýsir friðskjólsøkjarum.

Sky News skrivar í kvøld, at eldur er settur í ein part av hotellinum, og at lutir eru kastaðir á bygningin.

Løgreglan í Tamworth sigur í tíðindaskrivi, at ein løgreglumaður er særdur. Løgreglan heitir á borgarar í býnum um at halda seg burtur frá økinum kring hotellið.

Ófriðurin í Onglandi byrjaði eftir at ein 17 ára gamal drongur drap tríggjar gentur og stakk tíggju aðrar á einum dansitiltaki hjá Taylor Swift í Southport, norðan fyri Liverpool, mánadagin.

Eftir álopið vóru søgur um, at gerningsmaðurin var muslimur og friðskjólsøkjari, og at hann júst var komin til landið úr Sýria.

Men tað passar ikki. Hinvegin er 17 ára gamli drápsmaðurin, Axel Rudakubana, føddur í Cardiff í Wales. Foreldur hansara eru úr Rwanda. Løgreglan hevur enn ikki staðfest motivið fyri atgerðini hjá honum.

Fremst í ófriðinum er høgravendi víðgongdi felagsskapurin English Defense League, sum hevur sett í verk eitt harðskapsátak í fleiri býum, sum er móti muslimskum borgarum.

Ófriðurin hevur verið lýstur á netinum undir slagorðinum "nokk er nokk".

 

/ritzau/

 

Mánadagin drap ein 17 ára gamal drongur tríggjar gentur og særdi tíggju við knívi undir einum dansitiltaki hjá Taylor Swift í enska býnum Southport. Tað hevur elvt til ófrið fleiri staðni í landinum. - Mynd: Hollie Adams/Reuters