Í Vikuskiftis Sosialinum í dag kanst tú lesa eina meting frá stjóra í húsameklarafyritøku, sum metir um ymiskar býlingar í Havn.
Millum annað eru húsini á Reyni sera væl umtókt, reint prísmessiga.
- Fermetraprísurin á húsum á Reyni er púra villur. Vit hava onkuntíð selt 34 fermetrar fyri 2 milliónir krónur. Tað er typiskt vælhavandi fólk, sum fegin vilja hava eitt hugnaligt summarhús, sum keypa sær hús á Reyni. Tað eru sjálvandi fólk, sum keypa fyri at búgva har, men tað eru eisini nógv, sum bert nýta tað sum summarhús, sigur Jón Simonsen, stjóri í Skyn.
Les um aðrar býlingar í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.