TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum í 3-0 sigrinum hjá KÍ á ovara vølli í Gundadali í dag.
HB-KÍ 0-3
0-1: Boris Dosljak (22.)
0-2: Semir Hadzibulic (60.)
0-3: Páll Klettskarð (62.)
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð hjá KÍ aftaná dystin.
Jóannes Bjartalíð stórfegnast um sigurin, og staðfestir, at tað var eitt framúrskarandi liðavrik sum bar sigurin heim.
- Vit eru krútsterkir í deyðbóltsstøðum slær Jóannes Bjartalíð fast.
Jóannes Bjartalíð undrast tó á, at Semir Hadzibulic er byrjaður at stúta bóltar inn. Tað var ikki gamalt í KÍ. Jóannes Bjartalíð er sera hugtikin av dundurskotinum hjá Boris Dosljak sum gav KÌ leiðsluna í dystinum.
Jóannes Bjartalíð vónar at síggja fleiri KÍ-fjepparar við Løkin í Runavík komandi leygardag tá oddadystur verður spældur ímóti NSÍ.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá HB, Jógvan Róa Davidsen kann hoyrast HER