Hoyr nýggjan sang um Føroyar

Janus Wiberg Mortensen hevur innspælt nýggjan sang, sum kallast ”Mítt vakra Føroya land”. Janus hevur áður givið tónleik út, men hetta er fyrsti sangurin á føroyskum máli. 

Norðleif Wiberg Holm og Jens Marni Hansen hava skrivað orðini. Janus Wiberg Mortensen og Jens Marni Hansen hava gjørt lagið. 

Hans Poulsen hevur framleitt, og hann ljóðblandaði eisini í IntroVers studio.

Janus Wiberg Mortensen syngur sangin, og Margretha Højgard Poulsen syngur kór.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra sangin.