Vísandi til kunningina frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum um møguleikan, at lata inn hoyringsskriv um mannarættindi, við freist til tann 15. desember í ár, hevur áhugafelagið Føroyingar fyri friði orða hetta hoyringsskriv.
Áhugafelagið Føroyingar fyri friði er ein friðarrørsla, óheft politiskt og átrúnaðarliga, sum vil vera ein mótvekt til tann krígsorðaleik og polarisering, sum eyðkennir okkara tíð. Friðarrørslan varð stovnað á aðalfundi í MEGD húsinum 5. oktober í ár við eini 5-fólkanevnd, við støði í friðartiltøkunum, sum seinasta árið hava verið fyriskipaði: Friðargonga, Friðarkonsert og Friðarráðstevna í sambandi við kríggini í Ukraina og Miðeystri.
Fyrst vil áhugafelagið Føroyingar fyri friði biðja landsstýriskvinnuna umhugsa, um tað ikki er rættari bæði málsliga og við atliti at javnstøðuspurninginum, at brúka orðið “menniskjarættindi” heldur enn orðið “mannarættindi”. Orðið “Menniskjarættindi” er kynsóheft, fevnir breiðari, og tekur støði í tí einstaka menniskjanum m/k, meðan orðið “Mannarættindi” er meira bundið at orðinum maður.
Vit halda tað vera skilagott, at landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum hevur afturvendandi hoyringar um mannarættindi; tí støðan við atliti at mannarættindum kann altíð betrast eisini í Føroyum.
Sum friðarrørsla virka vit fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond, støðugari vápnaavdubbing, umframt at virka fyri øktum forstáilsi fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum, javnstøðu og diplomatiskum loysnum. Vit ynskja í hesum sambandi, at fólkasløg virða mentanir og virðir hjá hvør øðrum.
Vit halda tað vera í trá við endamálsorðingina hjá friðarrørsluni, og vilja vit tí heita á landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og mentamálum, um at bera so í bandi, at tvey ítøkilig stig verða tikin fyri at betra um og framtíðartryggja eina góða mannarættindastøðu í Føroyum:
- Skipan av einari mannarættindaeind ella -ráðið
Í 2017 lat táverandi Uttanríkis- og vinnumálaráðið eitt tilmæli úr hondum um, hvussu ein mannarættindaeind, ella ráð, kann verða skipað í Føroyum. Í innganginum í nevnda tilmæli
stendur millum annað skrivað, at Føroyar seinnu árini hava fingið afturvendandi viðmerkingar frá ymsu serfrøðinganevndunum hjá ST um, at Føroyar ikki hava óheft eftirlit á mannarættindaøkinum.
Í nevnda tilmæli verður millum annað staðfest, at mannarættindaøkið er torgreitt og markamótið millum rætt og politikk kann vera flótandi. Mannarættindi hava ikki eitt endaligt innihald, men mennast og tulkast leypandi, har ofta verður skilt millum borgarlig og politisk rættindi øðrumegin og fíggjarlig, sosial og mentanarlig hinumegin. Í hesum sambandi verður staðfest í tilmælinum, at mannarættindaøkið er fakliga meira krevjandi enn onnur løgfrøðilig fakøki, og tí er neyðugt, at ein møgulig føroysk mannarættindaeind, sum kann vera skipað saman við til dømis Løgtingsins umboðsmanni, Føroya Kærustovni, Fróðskaparsetri Føroya ella Javnstøðunevndini, hevur nøktandi orku og óheftni til at kunna taka sær av viðurskiftum, sum hava við mannarættindi í Føroyum at gera.
Vit í friðarrørsluni vilja mæla landsstýriskvinnuni í uttanríkis- og mentamálum til at skipað eina mannarættindaeind í Føroyum í trá við nevnda tilmæli frá 2017, um hvussu ein tílík eind kann skipast; umframt við støði í, at tann evropeiski mannarættindasáttmálin varð settur í gildi í Føroyum fyri 25 árum síðani.
- Skipan av diplomatiskari friðarskrivstovu í landsstýrinum
Í trá við friðarhugsjónina, sum virðir ymiskar mentanir, menniskjarættindi og javnstøðu, og sum altíð hevur diplomatisku friðarloysnina í fremstu røð í einhvørjari ósemju fólkanna- og landanna millum, so mæla vit í friðarrørsluni til, at tað verður sett á stovn ein skrivstovu í landsstýrinum, sum arbeiðir við diplomatiskum friðarloysnum og atknýttum virksemi við atliti at vápnaavdubbing.
Skrivstovan kann bygnaðarliga verða staðsett í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og við støði í tí diplomatiska arbeiði, sum verður gjørt í dag, kann ein tílík friðarskrivstova menna ein føroyskan førleika í at byggja brýr millum fólkasløg og heimsins lond til tess at fyribyrgja kríggj; og har kríggj er, kann ein føroysk friðarskrivstova vera við til at fáa frið í lag millum krígsførandi londini.
Føroyar eru ikki enn ein statur, og hava ikki eina forsøgu við kríggi fyri at markera seg sum ein stat í altjóða samfelagnum. Men Føroyar hava alíkavæl í dag ein virknan leiklut altjóða bæði handilsliga og vinnuliga, ið er tengt at einari trygdarpolitiskari broyting. Tí kann Føroya Landsstýri gera positivan mun við góðum fólkum í einari friðarskrivstovu, sum kann vera ein virkin viðspælari á altjóða pallinum, at finna burðardyggar diplomatiskar friðarloysnir tvørtur um landamørk.
Vit í friðarrørsluni vilja mæla landsstýriskvinnuni í uttanríkis- og mentamálum til at skipað nevndu diplomatisku friðarskrivstovu.
Við vón um jaliga móttøku av okkara hoyringsskrivið um mannarættindi.
Hoyvík, á altjóða mannarættindadegnum 10. desember 2025
Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði
Henrik Weihe Joensen, forfólk
Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk
Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur
Petur Asano, nevndarlimur
Ólavur Weihe Joensen, skrivari










