Hoyvíkshøllin er loysnin tá stórhøllin er upptikin

(Rás2) Hoyr Hallur Danielsen frá HSF fortelja um U20 HM-undankappingina, ið verður í Hoyvíkshøllini næsta vikuskiftið

 

U20-landsliðið hjá kvinnum fær í næstu viku vitjan av Turkalandi og Slovenia. Talan er um HM-undankapping.

 

Á U20-landsliðnum eru fleiri lyklaleikarar í bestu føroysku deildini, millum annað Súna K. Hansen og Marianna G. Eystberg úr Kyndli, Tóra Eliasen úr Stjørnuni og Maria H. Weyhe úr H71. Somuleiðis er Siw Matras við, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

 

Hondbóltssambandið hevði av fyrstan tíð ætlað, at HM-undankappingin skuldi verða í stórhøllini á Hálsi í Havn, men høllin er upptikin. Har verður nevnliga U-20 manskapping í flogbólti, og tí mátti HSF finna annan heimavøll til U20-kvinnurnar.

 

Altjóða reglar krevja, at tað má ikki verða ov nógv koyritíð frá gistingarhúsinum til leikvøllin, og tí kundi heimavøllurin ikki verða í Vestmanna ella í Kollafirði, sum hevði verið rættiliga upplagt.

 

Hallur Danielsen frá hondbóltssambandinum vónar, at fólk fara at møta væl upp í Hoyvíkshøllini at stuðla føroysku U20 kvinnunum ímóti Slovenia og Turkalandi. Hallur metir, at dysturin ímóti Slovenia, fríggjakvøldið 23. mars klokkan 19 verður lykladysturin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Hall Danielsen í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin.

 

 

Dystarskrá, Hoyvíkshøllin:
Fríggjadag 23. mars, kl. 19.00, Føroyar – Slovenia
Leygardag 24. mars, kl. 19.00, Slovenia – Turkaland
Sunnudag 25. mars, kl. 19.00, Turkaland – Føroyar