Í vetur løgdu Undrið FF og FC Hoyvík saman í eitt felag. Í kvøld vann samanlagda felagið fyrsta sigurin. Í tveimum teimum fyrstu royndunum endaði tað við tapum á útivølli – 4-3 í Klaksvík og 2-1 á Toftum.
Í kvøld var FC Hoyvík á Skála. Felags fyri bæði liðini er, at málið fyri kappingarárið er at vinna uppflyting.
Skála hevði fleiri royndir enn mótstøðuliðið ímóti málinum, og heimaliðið vann 10 hornaspørk, meðan gestirnir vunnu tvey hornaspørk. Men tað eydnaðist ikki Skála at skora mál.
Tí var tað avgerandi, tá ið skálamenn vóru óhepnir at gera sjálvmál, tá ið ein tími var farin. Undan dystinum í kvøld hevði Skála spælt ein dyst. Tað var á Sandi, har Skála vann 2-0.
Skírisdag fer Skála at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og tá fær FC Hoyvík vitjan av B71. Tað eru hesi fýra, sum kappast fyri at vinna uppflyting – Skála, NSÍ, FC Hoyvík og B71.