Hoyvíkingar skulu sleppa at velja í Hoyvík

Tað merkir at talið á veljarum í Havn minkar 25 prosent

Hoyvíkingar skulu hava sítt egna valstað. Tað halda býráðslimir í Havn og nú verður málið so lagt fyri býráðið. Fíggjarnevndin hjá býráðnum heur samtykt at gera eitt valstað í Hoyvík, men tað er landsstýrið sum ger av um tað verður veruleiki. Tí fer býráðið nú at heita á landsstýrvið um at góðkenna, at valstað verður í Hoyvík-.

 

Í Tórshavnar kommunu eru sjey valstøð. Størsta valstað er í Havn, og á løgtingsvalinum 8. desembur høvdu 13.482 fólk valrætt.

 

Hini valstøðini í kommununi eru Argir, Kollafjørður, Velbastaður, Nólsoy, Kaldbak og Hestur. Hoyvík er ikki sjálvstøðugt valstað hóast tað eru 3.284 fólk í Hoyvík, sum hava valrætt. Tey skulu øll oman í ítróttarhøllina á Hálsi at velja og tað hevur fleiri ferðir verið tosað um, at gera valstað í Hoyvík.

 

Varð Hoyvík skipað sum egið valstað, høvdu teir 3.284 veljararnir atkvøtt har, og tá hevði talið á veljarum við valrætti á valstaðnum í Havn, minkað úr 13.482 veljarum, niður í umleið 10.200, ella 25 prosent.

 

Roknast kann við nakað av eykakostnaði tá ið eitt høli skal útvegast afturat, umframt til fólk at avgreiða valið.