HSF hevur sett nýggjan hjálparvenjara

Hondbóltur menn: Føroyingur verður á beinkinum saman við Peter Bredsdorff-Larsen, tá ið landsliðið fer at luttaka í EM endaspælinum í Týsklandi

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroyar skrivar soleiðis nú seinnapartin:

 

Julian Johansen er í dag settur sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum hjá monnum.

 

Julian tekur við starvinum eftir Lars Porskær Møller nú hansara sáttmáli gekk út. Tað verður sostatt Julian, sum saman við Peter Bredsdorff-Larsen, høvuðsvenjara, og Tom Jensen, málverjavenjara, sum skulu leiða føroyska manslandsliðið í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar.

 

Julian er 33 ára gamal og hevur longu drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur vant bæði menn og kvinnur í fremstu deildini í Føroyum og er í løtuni venjari hjá U21-landsliðnum hjá Føroyum, sum skal til HM í Týsklandi í juni mánaði.

 

Julian tekur við starvinum 1. juli.

 

Mynd: Hondbóltssamband Føroya