HSF í samstarv við XPS Network

Nú fáa feløgini dystirnar greinaðar hjá XPS Network

Hondbóltssambandið og feløgini í ávikavist SMS og Burn deildini hava hetta kappingarárið gjørt avtalu við talgilda greiningarpallin XPS Network. HSF hevur brúkt talgildu videoskipanina hjá XPS Network í nøkur ár til landsliðini, boðar Hondbóltssambandið frá.

 

Nýggja avtalan inniber, at øll feløgini í fremstu deildunum fáa sínar dystir kliptar og greinaðar og fáa feløgini samstundis atgongd til amboðini í XPS Network.

 

- Við XPS skipanini er sera nemt at greina dystarstøður og at trekkja hagtøl úr skipanini. Til dømis kunnu vit higartil í kappingini síggja, at Neistin er liðið í Burn deildini, sum hevur gjørt flest mál uppá kontraálop, meðan tað í SMS deildini er H71, skrivar HSF.fo.

 

Víðari verður víst á, at Nikola Kedzo hjá Team Klaksvík og Maria P. Nólsoy hava flest upplegg per dyst, seks í tali. Flest mál uppá langskot per dyst hava ávikasvist Nikolai Bliznov hjá Team Klaksvík og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, ávikavist 4,5 og 4,8 í talið. Liðini, sum hava gjørt flest tekniskar villur per dyst eru ávikavist Kyndil hjá monnum og StÍF hjá kvinnum, 15,2 og 12, 5 í tali.