Hufvudstadsbladet: HJK Helsinki er sum ein ketta við tíggju lívum

Svenskt mælt blað í Finnlandi samanber eisini HJK Helsinki við kenda gyklaran, Harry Houdini

Í HJK Helsinki og í finskum ítróttarmiðlum eru tey fegin og kenna ein stóran lætta nú tað eydnaðist HJK Helsinki fjórða árið á rað at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.

 

Stóra svensktmælta blaðið, Hufvudsstadsbladet samanber HJK bæði við eina kettu sum hevur tíggju lív, og við ungarska-amerikanska gyklaran, Harry Houdini (1874-1926), havandi í huga, at HJK skoraði trý av fýra málum móti KÍ í yvirtíðini. 

 

Hufvudstadsbladet heldur, at ein annar sterkari árgangur hjá HJK hevði bankað hetta KÍ-liðið, sum blaðið málber seg. 

 

##med2##

 

Morgunblaðið í Íslandi setir røttu orðini á deildarspælið sum glapp hjá KÍ:

 

##med3##