Tá posthúsini í Leynum og Kvívík herfyri lótu aftur, var ein fundur í Glæmuni í Kvívík, har eini 100 fólk úr sóknini møttu. Á fundinum var eisini postverksstjórin og ein deildarleiðari. Síðan tá hevur ein av stigtakarunum til fundin, Soffi Egholm í Leynum, vegna ein áhugabólk í Kvívíkar sókn, savnað 300 undirskrifir, sum vóru handaðar løgmanni. Heini Holm, borgarstjóri í Kvívíkar sókn, var eisini við tá undirskriftirnar vórðu handaðar. Í mótmælisskrivinum, sum løgmaður fekk, stendur m.a. at tey eru misnøgd við, at posthúsini eru stongd, og tey seta sum krav, at tey fáa eina landpostrutu ístaðin. Eisini eru tey misnøgd við, at posthúsini vórðu stongd, uttan at borgararnir í sóknini vórðu eftirspurdir. Tey vóna at løgmaður, sum hægsti myndulleiki, fær laga tað so at borgararnir í sóknini fáa rímiligar sømdir, og funnar verða tíðarhóskandi loysnir á trupulleikanum. Bjarni Djurholm er landsstýrismaður í postmálum. Í Kvívíkar sókn eru bygdirnar: Leynar, Stykkið, Skælingur, Kvívík og Válur.