Áhugamálini mugu vera púra greið

Turið Debes Hentze, advokatur, setir spurnartekin við óheftni og gjøgnumskygni, sum nýggja ognarmeklarafyritøkan hjá Føroya Banka, Skyn, profilerar seg við. – Man skal rokna við, at øll húsini Skyn selur, fær Føroya Banki eisini fíggjað, sigur hon og spyr so, um tað er óheftni og gjøgnumskygni?

– Tað má vera brúkarunum púra greitt, hvørjum áhugamálum tú arbeiðir fyri, sigur Turið Debes Hentze, advokatur. Føroya Banki fór í gjár undir ognarmeklaravirksemi við fyritøkuni Skyn, har tvey av slagorðunum eru óheftni og gjøgnumskygni.
Orð, sum Turið Debes Hentze hevur bestan hug at lýsa sum reklamustunt.
– Hvussu óheft er støðulýsingin, um Landsbyggifelagið er fastur kundi hjá Føroya Banka til hetta, spyr Turið Debes Hentze og svarar so sjálv, at tað ikki er vanligt at kalla nakað óheft, um ein sáttmáli er gjørdur partanna millum, tí tá eru jú sambond av onkrum slag.
– Hevði tað verið óheft, hevði seljarin sjálvur valt, hvør tað var sum gjørdi hesa støðulýsing, heldur hon.
Turið Debes Hentze leggur tó aftrat, at Skyn nú fer undir at gera støðulýsingar er avgjørt eitt stig rætta vegin.

Óheppin samanblanding
Hon vísir á, at tað má vera keyparanum púra greitt, at seljarin ikki umboðar keyparan, tí tey hava onnur áhugamál.
Turið Debes Hentze hevur eisini hug at draga fram sambandið millum Skyn og Føroya Banka.
– Man skal rokna við, at øll húsini, Skyn selur, fær Føroya Banki eisini fíggjað, sigur hon og staðfestir so, at tað liggja vinnulig áhugamál aftanfyri hetta.
Turið Debes Hentze heldur, at samanblandingin av áhugamálunum hjá einum meklara sum eru knýtt at einum ávísum banka, kann vera óheppin. Hon vísir til donsku lógina um “Omsætning af fast ejendom”, har tað í grein 7 stendur soleiðis:
“En rådgiver skal oplyse forbrugeren om enhver økonomisk eller personlig interesse, som rådgiveren har i forbrugerens valg af finansiering, forsikring eller andre ydelser i tilknytning til omsætning af fast ejendom.”
Eitt beinleiðis úrslit av hesi lóg var eitt rættarmál, har seljarin ákærdi meklaran, sum var knýttur at ávísum banka, fyri at fylgja øðrum áhugamálum enn seljarans. Meklarin var ikki áhugaður í absolutt at fáa tann keyparan, sum bjóðaði hægst, men heldur tann keyparan, ið samstundis var sinnaður at fíggja keypið júst í hesum banka, sum meklarin hevði avtalu við.
– Ein fylgja av hesum dómi var millum annað eitt krav um gjøgnumskygni. Meklarin skal leggja fram skjøl um tilknýti og greiða frá, um hann fær provinsión fyri at selja aðrar tænastur í samband við húsasøluna, til dømis lán ella tryggingar, vísir Turið Debes Hentze á.