Áhugaverd list í Ribarhúsi

Mánakvøldið 3. juni kl. 19.00 sýna trý donsk listafólk, Anette Arlett, Em Hess og Michael Arlett list fram í Riberhúsi. Tey eru úr listabólkinum 7-9-13 frá Falster.

LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv

Bólkurin er kendur fyri síni arbeiði í natúrini, t. d. hava listafólkini gjørt stórar hugmyndir , sum bóru heitið: »Ein skógarnátt« ? ein nátt í tónleiki, standmyndum og framførslu í sjónleiki í einari skóg á Falster. Ein stuttfilmur frá hesi skógarnátt verður sýndur, tá ið framsýningin letur upp.

Em Hess er myndlistamálari. Myndir hennara eru úr natúrini og boða frá einfaldum natúrligum skapum og kvirru. Em Hess er útbúgvin á kunstakademinum í Aarhus og er eisini við í listabólkinum Lux.

Anette og Michael Arlett eru gullsmiðir og myndahøggarar - eru sjálvlærd og útbúgvin á Institut for Ædelmetal í Keypmannahavn. Tilfarið, tey brúka, er: flint og bronsa, træ, burturkast, steinur og Borneo rav. Skartgripirnir, sum tey gera, eru merktir av teirra hond og eru smá listaverk, sum tú kanst hava sum háls- og armprýði og sum fingurring. Tey hava stillað út í Norðurlondum, Týsklandi, Australia og Malaysia.

Framsýningin er frá mánadegnum 3. juni til og við fríggjadagin 7. juni hvønn dag frá kl. 15.00 til kl. 17.30.