Hetta við hjúnalagnum er eitt áhugavert evni, tí hjúnaløg kunnu bólkast í fleiri ymisk sløg.
- Hvørt slagið hevur síni serligu eyðkenni, bæði sterkar og veikar síður.
- Kunnleiki til hesar eginleikar gevur okkum møguleika at tillaga viðurskiftini í hjúnalagnum, soleiðis at tað støðugt kann vaksa í kærleika og virðing, sigur Steen Palmqvist undan hesum fyrilestrinum.
Hetta er fyrsti fyrilesturin í eini røð av fyrilestrum í samkomuni og fyri onnur áhugað.
26. mars fer hann at tosa um menningarfasur í hjúnalagnum og síðani verður hesi evni umrødd:
Samskifti og trupulleikar í hjúnalagnum, smábørn í familjuni og tannáringar í familjuni.
Grundarlagið
Seinasti fyrilesturin verður 21. mai, tá evnið er “Familjan – ein avbjóðing”.
- Familjan er sjálvt grundarlagið fyri okkara tilveru. Uttan hana steðgar alt samfelagið. Í familjuni finna vit okkara samleika og okkara virði, og har fáa vit styrki at møta teimum avbjóðingum, sum framtíðin hevur við sær.
- Mong foreldur kenna seg tyngd av tí sera stóru avbjóðing, tað er, at hava ábyrgd av eini familju, men um vit skilja tær mekanismur, sum virka í familjuni, er tað eisini har, ið vit menna og kenna ta størstu gleðina, sigur Steen Palmquist í uppleggi sínum til hesar fyrilestrarnar.
Fyrilestrarnir byrja kl. 19:30 og enda umleið kl. 22.