Oljuorðaskifti
Tað er greitt, at tann naggatódn, sum í løtuni er galdandi í oljutilgongdini, eyðmerkir eisini orðaskiftini um hesa vinnu ? og hon tekur kanska eisini í ávísan mun motivatiónina frá fólki at viðgera og hava eina meining um umrøddu oljutilgongd.
Kortini kom nógv áhugavert fram í orðaskiftinum, sum Sosialurin eisini fer at greiða frá í komandi bløðum. Tað var tann oftani rættiliga avgjørdi og djarvi formaðurin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson, sum helt grýtini á kók tann góða tíman Oljutingið vardi. Og honum á baki tann mælti Magni Arge.
Hermann Oskarsson helt, at vit eiga als ikki at hava nakrar lógir og reglur, sum verja okkum og sum skulu geva okkum fyrimunir í eini nýggjari oljuvinnu. Nú vit eru farin undir eina nýggja vinnu eiga vit at lata vinnuna koyra undir púra fríum marknaðartreytum. Hann helt eisini, at vit eiga at gera okkum greitt, hvat vit vilja, tá oljan rennur. Hann metti tað vera órealistiskt, um vit ætla okkum at halda fram við fiskivinnuni sum í dag og so fara undir eina oljuvinnu, har vit samtíðis krevja, at hon skal brúka okkara vørur og tænastur og ikki minst arbeiðsmegi. Tað verður als ikki fólk til hesar báðar vinnur. Og fyri at kunna varðveita arbeiðsmegina í fiskivinnuni mugu vit ikki vera bangin fyri, at oljufeløgini brúka vørur og tænastur sum arbeiðsmegi í útlandinum.
Magni Arge helt hinvegin ikki, at vinnan er so protektionistisk, sum summi halda hana vera. Tvørturímóti eru ásetingarnar í lógini bara ein áminning til oljufeløgini um at brúka føroyskar vørur og tænastur, har tær eru kappingarførar. Hann ber ótta fyri, at vóru ongar ásetingar, so høvdu oljufeløgini brúkt útlendskar vørur og tænastur. Tá var t.d. eingin oljuhavn í Runavík. Hann vísti eisini á, at tað er ov tíðliga at seta hesi tingini upp móti hvørjum øðrum, tí tað er ikki fyrr enn vit hava funnið nógva olju og fleiri oljufelt eru farin at framleiða, at spurningarnir verða aktuellir. Sum nú er er tað skilagott at hava nakrar ásetingar um føroyska luttøku í vinnuni. Tað er við til at byggja upp føroyska luttøku í vinnuni.