Hugburðurin á muni

Todi Jónsson helt eftir dystin mikukvøldið á Tórsvølli, at sigurin á HB vísti veruliga munin á føroyskum og donskum fótbólti.

Mikukvøldið leikti Todi, eins og mánakvøldið í Klaksvík, allan fyrra hálvleik, og hóast hann ikki kom á máltalvuna, so fekk hann tiltuskað FCK eitt brotsspark beint fyri hálvleik, soleiðis at FC Keypmannahavn legði seg á odda í dystinum.

Betur hugburður í dag
Spurdur um munin á dystinum mikukvøldið ímóti HB og so dystinum í Klaksvík mánakvøldið, sigur Todi Jónsson, at til dystin í Havn sýndu FCK-leikararnir nógv betur hugburð, og tað gjørdi munin. - Eg haldi, at nógvir av spælarunum hjá okkum tóku uppgávuna í so lætt í Klaksvík, og tað sást eisini aftur á úrslitinum. Tískil vóru vit meiri motiveraðir til dystin í dag, sigur Todi Jónsson. Hann heldur eisini, at talan var um eitt antiklimaks, tá ið teir leiktu í Klaksvík, tí tað var nógvur vindur og kalt, og teir eru heldur ikki vanir við at leika á graslíki. - Hetta er tó ikki nøkur umbering, tí vit eiga at kunna levera vøruna, sigur Todi Jónsson. - Í dag fingu vit tó víst tann veruliga munin, ið er á donskum og føroyskum fótbólti, heldur Todi og leggur afturat, at var FC Keypmannahavn í toppformi, so var munurin kanska enn størri, uttan tó at taka nakað frá HB. Todi Jónsson fegnast tó um, at bæði KÍ og HB í dystunum ímóti FCK hava víst positivan fótbólt heldur enn at standa afturi í verjuni og lossa bóltarnar fram, soleiðis sum føroysk lið høvdu lyndi til at gera fyrr, sigur hann.

Glaðir fyri vitjanina
Spurdur hvat hann og liðfelagar hansara hava fingið burtur úr Føroya-vitjanina, sigur Todi Jónsson skemtandi, at teir hava fingið staðfest, at tað er kalt í Føroyum. Todi sigur, at liðfelagar hansara hava verið glaðir fyri vitjanina í Føroyum, og millum annað vóru teir seg fegnir um fiskitúrin við Norðlýsinum, sum teir vóru týsdagin.
Nú eru niðurteljingin til donsku kappingina av álvara farin í gongd, og Todi Jónsson sigur, at á Føroyaferðini hava leikararnir eisini vant hart, og allir vilja gera sítt besta, so at teir eru við á liðnum, tá ið heimliga kappingin í Danmark fer í gongd. Todi Jónsson hevur verið nógv darvaður av skaða seinnu árini, og framvegis er hann eitt sindur eymur í baklærinum, nú farið verður undir eitt nýtt kappingarár. - Høvdu vit ikki leikt ímóti føroyskum feløgum, hevði eg neyvan verið við á liðnum síðstu dagarnar, sigur Todi Jónsson. Hann vónar tó, at hann er í toppform, tá ið landsdysturin ímóti Malta er á skránni í komandi mánaða.

Venjarayrki lokkar
Nú Todi Jónsson er blivin 32 ár, er klaksvíkingurin greiður yvir, at hann ikki hevur nógv ár eftir í toppfótbólti. Todi hevur eitt ár eftir av sáttmála sínum við FC Keypmannahavn, og enn hevur hann ikki gjørt av, hvussu verður, tá ið hetta kappingarárið er farið aftur um bak. - Um eg ikki fái so nógva spælitíð í ár, so er tað stórur møguleiki fyri, at eg fari at finna mær eitt annað felag komandi summar, um eg altso eri nøkunlunda skaðafríur, sigur Todi Jónsson. Spurdur um hann nakrantíð aftur verður at síggja í føroyskum fótbólti, sigur Todi Jónsson, at tað er ilt at meta um. - Eg havi umhugsað at royna venjarayrki, og í tí sambandi er eitt slíkt starv sum tað hjá Heina Fernandez, ið er leikandi venjari í HB, eitt ideelt starv, sigur Todi Jónsson at enda.