Hugleiðingar frá eini Alaskaferð

Við rituvík­ing­inum
Dán­jal Petur Høj­gaard,
lívfrøðingi á kombikk­a­ráð­stevnu í Alaska.
End­a­mál við ferðini: Luttøka á vís­indaligari ráðstevnu
Spons­orar: Statoil Færøyene A/S og Vísindagrunnur Føroya Spar­ikassa

Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingur

1. PARTUR: FRÁFERÐ OG KOMA TIL ANCHORAGE.
Hava ikki nógvir føroyingar ver­ið í Alaska?
Til fiskiskap, á oljuferð osfr.? – Jú, men eftirsum vinmaður mín, Jan Müller, spyr,um ikki okk­urt er at festa á blað um túrin, so bleiv ikki sagt nei bein­anvegin. Skal, skal ikki – fyrispurningurin verður vend­ur og snaraður nakrar ferðir. Lat fara, kanska har var okkurt, ið vert er at siga frá. Tað má les­ar­in frá nú av døma um!

Ferðin
Long leið at fara. Nógvar flog­rutur. Ein varð nevnd, ið fleyg yvir Norðpólin, beinleiðis og uttan nakran steðg. Tað vísti seg tó, at fyrst skuldi far­ast niður til Týskaland, og bíð­ast skuldi leingi millum teir ymsu túrarnar, soleiðis at hálv­an tíma styttri flúgvitíðin skjótt varð etin upp av langari bíð­­itíð. Tók tí ta avgerð at fara eina ferð við millumlending í Se­attle, USA og haðani norður til Anchorage, høvuðsstaðin í Al­aska.
Steðgurin skuldi ikki vera lang­­ur. Bert tveir dagar áðrenn ráð­­stevnuna, har eg skuldi lut­taka, og ein heilan dag aftaná ráð­­stevnuna, áðrenn fráferð.
Morgunflogfarið hjá Atlantic úr Vágum gjørdi eina rundferð yv­ir pollamjørkan: Tindarnir kag­aðu uppundan á ein tílíkan hátt, at tú eins væl kundi flogið uppi yvir fyri einum 10.000 árum síðan – tá ið ís­ur­in huldi oyggjalandi.
Í Kastrup var avhæsað við ruð­u­leikanum herfyri, har trygd­ar­fólkini ikki megnaðu at kanna allan fólkastreymin, ið kemur og fer. Men gott var tó at koma í góðari tí, innan seinn­a­partsflogfar hjá SAS skuldi seta kós mót Seattle, í útnyrðingshorninum USA, í stat­i­num Washington
Fyri at broyta vánaligu fíggj­ar­gongdini síðan 11. sept., 2001 innan flogvinnu hava alt fleiri flogfeløg tikið í nýtslu “yvirbooking”. Selja fleiri ferðaseðlar enn pláss er fyri. So var eisini hesaferð. Nógv­ar royndir at fáa nøkur fólk at bíða til í morgin. “Tit skulu fáa 600 eurur í útgjaldi, 300 fyri at bíða 300 fyri mat og gisting”. Ikki minni enn tríggj­ar ferðir vóru vit nógvu fólk tald og flokkaði, eftir hvussu átroðkandi var at fara júst nú. Hitin er omanfyri trí­ati stig í Keypmannahavn og vil eins og gate-manningin eis­ini leggja trýst á okkum. Men, nei, eg vil gjarna hava allar teir fáu dagarnar har í Al­aska, so......Alt hetta endaði tó við einari “uppgradering”, har turistklassa-ferðaseðilin brád­liga var fluttur á 1. klassa. Kom at sita við síðuna av manni, ið á ongan hátt kom sær í samband við nakran. Spák­ar uppi eina løtu. Svevur so eina løtu. Sveittar illa. Er hann ein sendimaður fyri ein­hvørj­ari loyniløgreglu, einum brots­mann­aliði ella bert ein illa sperlaður ferðamaður. Eg spyrji hann ikki og hann sig­ur heldur ikki eitt orð allar hesar 10 tímarnar, ið ferðin frá Keypmannahavn til Seattle var­ar.
Kunning og uppvarting er hin­vegin bara framúr. Tú kanst fyljga við á einum flogkorti, hvar flogfarið er statt. Tú kanst skifta yvir á eitt kamera, ið sýnir útsýnið frammanfyri flog­farið og niðri undir tí. Øll møg­u­lig útgerð verður boðin ella borin tær fyri at stytta um túr­in. Enntá einar sovibrillur, ið tú kanst fara í, soleiðis at til ber at fáa blund í eyguni, sjálvt um tað er ljóst inni.Tað er løgið at at skulla fara úr einum stað kl. 16.30, flúgva í 10 tímar – og so er klokkan framvegis ong­an veg komin, men er júst tað sama sum við fráferðina. Framm­an­fyri meg sita tveir svensk­ir unglingar, ið eru nógv upp­tiknir av bæði sjónvarps-og telduspølum, ið til ber at stutt­leika sær við á ferðini.
Vit flúgva uppi yvir Grøn­landi. Síggja fjøllini og veldugu ís­fløt­ur­nar millum fjallrøðirnar úti við strendurnar í eystan og í vestan. Jøklar, ið rukkast og glíða høgt ella lágt. Ì neðra føð­ast ísfjøllini og sigla sín egna sjógv við streyminum. Eg taki ongar myndir. Njóti bert ó­fat­i­liga stórleikan í hesum mark­leysu víddum. Stóra Airbus flog­farið, við sínum 4 motorum ið geva 974 km um tíman, og við 261 ferðafólkum umborð, er bert sum eitt lítið fon í stóru rúmdini – langt omanfyri skýgg­ini. »Tað skal vera gott at koma upp­ um skýggini«, plagdi Abbi mín í Rituvík – sum eg eiti eft­ir –at taka til, tá ið hann lá á sjúkrasong, 98 ára gamalur. Hann hugsaði tá um ferðina upp­eftir, upp til himmalska fað­ir­in.
Tann tigandi felagin hjá mær hevur nú, tað líður út á kvøldi, ballað seg inn í eitt teppi. Sær næstan út sum svensku unglingarnir hava fing­ið int­er­net­sam­band við teld­ur sínar og tykj­ast arbeiða við einhvørjum skriv­ligum ar­beiðs-upp­gáv­um.
Kanadiska strondin er við eitt undir okkum. Her eru eisini skrið­­jøklar. Teir snara enntá í all­­ar ættir. Her eru oyggjar og ís­­fjøll. Flogfarið fer at rystast eina løtu, fær landkenning. Hugsi vit nærkast Nunavut-terr­itory, har eskimoar hava sjálv­stýri.
Fjøll og firðir, síðan stórar sand­fløtur, ið minna um Með­l­andsvík­ina í Íslandi – bara enn størri. Hvítar áir greina seg eins og blóðæðrar. Summar gera eitt delta móti strondini. Ís­fjøllini tykjast reka skjótt eft­ir sjónum. Vit síggja enntá pakk­ís í støðum. Landslagið ger­st meira kúput, so hvørt vit koma vestureftir. Dalar síggj­ast í støðum; men ongir veg­i­r, ongin bygd. Alt tykist ó­rørt av mannahond. Vøtn í øll­um støddum og margfeldum lit­spæli, líka frá gráum og yvir í tað blágráa-grøna.
Tigandi síðufelagin hjá mær hevur nú læst seg enn meira inni. Hevur nú potað sær proppar í oyruni. Teir eru app­il­sin­gul­ir, eins og teppið!
Hjá mær er ikki hugsingur um at sova enn, meðan nátt­úran leggur seg víðopna á tí­lík­an hátt beint inn gjøgnum flúg­v­aravindeyga. Sýnið hev­ur eisini verið av tí besta allan vegin. Tá ið vit nærkast mark­inum millum Kanada og USA, verður meira támut og mjørkakent. Rocky Mountains er fyri stavn. Dyrkað fjallalendi í støðum. Skógir, áir, krókutir vegir, okkurt vatni her og har.
Flogfarið er fullsett; men mann­ing­in, ið vartar okkum upp tykist ikki ovbyrjað. Ein mál­tið fyri og onnur eftir verð­ur borin skjótt og blídliga. Vit fara at nærkast Seattle. Svenski kapteinurin sigur, at »hørlurarna« fara at verða heint­aðir inn og at vit halda tíð­ina, sjálvt um flogfarið varð seinkað úr Keypmannahavn. Fjall­a­lendið kring Seattle er na­k­að heilt serligt. Ógvusligar, hvass­ar fjallarøðir skifta við djúp­ar grønar dalar. Skýggini kring tindarnar minna á eks­plo­s­i­ónir í sínum sjáldsama skapi.
Beinanvegin flogfarið fór úr Danmark, skuldu vit fylla út serstøk pappír at nýta til pass­port­kontrol í floghavnini í USA. Hetta skuldi so nýtast í fyrstu amerikansku floghavn. Eftirlitið í Tacoma-floghavnini í Seattle var umfatandi. Tók heil­an klokkutíma at avgreiða okk­um 261 mannasálir. Øll, ið ikki vóru US-citizen skuldu taka mynd, finguravtrykk, umframt eygn­a­skanning. Passið skuldi mask­in­lesast, og var haraftrat gransk­að væl og leingi. Men starvs­fólkini tykjast rólig og blídlig. Spyrja hvønn ein­stak­an, hvat hann/hon skal gera í USA. “Good luck”, tá ið tú um­síður ert liðugur. Nøkur, ið skuldu skundu sær víðari, gjørd­ust ótolin og máttu renna; men lukkutíð vóru tveir tímar, til eg skuldi skifta til Alaskan Air­lin­es AS0125, bound for Anc­hor­age.

Móti Anchorage
Hendan flogferðin var sett til 3 tímar, skuldu lenda kl. 21.30 lok­ala tíð. Flogfarið er minni enn Airbus, men tó nakað longri enn tey hjá Atlantic í Før­oy­um. Ein flogterna greiðir nøkr­um smágentum frá um við­ur-skifti á ferðini – m.a. at ryst­ingar fara at koma, tá ið vit koma framvið fjøllunum. Kom at sita við síðuna av einum blíð­snýðaðum amerikanara á mínum aldri. Kemur frá lítl­ari bygd í California. Hevur sítt, grátt skegg. Er á veg at vitja sonin, ið er flogskipari í her­i-num í Alaska. »I am very proud of him«, greiðir hann frá. Vit smá­­práta av og á. Eg royni at vera upplagdur, hóast tað nú eru gingnir 24 tímar, síðan eg fór heimanífrá. Lítil svøvnur áðr­enn fráferð – og bert okkurt smá­vegis “powernap” í stóra Air­bus-flogfarinum.
Vit flúgva enn einaferð yvir Kanada, men hesaferð nærri vest­urstrondini. Fara yvir Van­couver. Stórbýi, har fólk av Skála­fjørðinum lesa, búgva og ar­beiða.
Ein kona frammanfyri spyr um klokkuna. Hevur góðan hug at práta. Er úr Seattle, men skal norður til Anchorage at ansa mammu síni, ið liggur sjúk av bæði lungna- og bróst­krabba. We´ re very close and also just best friends”. Stillføri síð­u­m­aður mín er eisini við í sam­taluni onkuntíð.
Lendingin í Anchorage kundi sam­an­berast við stórsligna fjalla­lendi kring Seattle. Men tó var tað øðrvísi. Innflúgving seint á kvøldi, kortini alljóst, tí vit eru stødd so mikið langt norð­uri. Nakrar smáoyggjar at síggja. Fløtur, fjøll og jøklar.
Skuldi gista í East Hall, ið eru búplássini sum hoyra til UAA, University of Anchorage Al­aska. Fekk mær ein taxa, ið hev­ur ein ukrainskan sjaffør. Prát­ing­arríkur maður, ið hevur undirvíst í matematikk í gamla USSR í 20 ár. Fór til Memphis at vera taxasjaffør. Har var ov nógvur kriminalitetur. Hóttur við byrsu og revolvara fleiri ferð­i­r. Rýmdi tí norður higar. Hevði verið í Anchorage í 10 ár. Sjálvt um eg spurdi lítið, so fortaldi hann nógv....”Jú, Lu­sjen­ko (við arruta andlitinum), skal eg siga tær, er klókur; men eg haldi, at hann gav sær sjálv­um eitur, eins og Jeltsin á sinni gjørdi –fyri at fáa samhuga og soleiðis tryggja sær seinastu atkvøðurnar”...Tað gekst ikki væl hjá honum at finna East Hall. Eg hevði ov fáar smáar dollaraseðlar – so hann fekk meira enn ætlað av tips í mun til avrikið.