Stór menning er farin fram, men ...
Nógvar broytingar eru farnar fram seinastu árini viðvíkjandi fíggjarlógararbeiðinum, og eru stór framstig hend í samband við innsavnan og viðgerð av fíggjarupplýsingum frá stovnunum undir landskassanum. Somuleiðis eru stór framstig hend í sjálvari fíggjarlógini - ella í mátanum, sum hendan verður sett upp.
Fíggjarlógin er týdningarmiklasta amboðið í fíggjarpolitikkinum. Og fíggjarpolitikkurin er týdningarmiklasti tátturin av búskapar-politikkinum sum heild, tá ið talan er um at avmarka tey konjunkturútsving, ið hava merkt búskap okkara hesa øldina, og sum ivaleyst eisini framyvir fara at órógva búskapin nógv, um ikki skynsamur fíggjarpolitikkur verður rikin.
Hóast nógv er broytt til tað betra í tí fíggjarlógaruppseting, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú hevur lagt fyri tingið í mun til eldri uppskot, so eru enn nøkur sera týdningarmikil viðurskifti eftir at fáa upp á pláss.
... trupult er at bera saman fíggjarpolitiskar málssetningar ...
Í almennu viðmerkingunum í fíggjarlógar-uppskotinum verður sagt, at búskaparvøksturin er stórur, og at »fløskuhálsar« eru við at gerast trupulleiki á arbeiðsmarknaðinum. Víst verður til samgonguskjalið, har sagt verður, at landsstýrið hevur sett sær fyri at reka ein varnan og ábyrgdarfullan búskaparpolitikk. Í tekstinum framgongur eisini, at yvirordnaður málsetningur í fíggjarpolitikkinum er at javna búskapargongdina.
Hesar viðmerkingar tulki eg soleiðis, at fíggjarmálaráðharrin við uppskoti sínum til fíggjarlóg fyri 1999 vil føra ein tálmandi (kontraktivan) fíggjarpolitik. Í øllum førum má minsta málið vera, at landskassin við inntøkum og útreiðslum sínum ikki verur við til at seta enn meiri ferð á búskapin í komandi fíggjarári.
Sjálvur dugi eg tó ikki út frá fíggjarlógaruppskotinum at meta um, í hvønn mun landsstýrismaðurin í fíggjarmálum røkkur hesum málssetningum. Eg kundi somuleiðis hugsa mær, at limirnir í løgtinginum, sum skulu taka støðu til uppskotið og onnur við, eins og eg hava ilt við at meta um tað ávirkan, uppskotið kemur at hava á búskapin, verður tað samtykt.
... við avleiðingarnar av fíggjarlógini, ...
Fíggjarpolitikkur kann lýsast sum tær royndir landsstýrið og løgtingið gera fyri at stýra búskaparliga virkseminum í landinum sum heild við at ávirka gjaldingar til og frá almennu kassunum. Hetta verður gjørt við at geva út ella draga inn keypiorku í samband við skattir, avgjøld og veitingar og/ella við beinleiðis at ávirka eftirspurningin í samband við útreiðslur til løn, vørur og tænastur.
Bæði inntøkusíðan og útreiðslusíðan hjá landskassanum kunnu nýtast til at seta ferð á búskaparliga virksemið ella til at tálma tað.
Fíggjarpolitiski virknaðurin verður vanliga roknaður sum samlaði virknaðurin frá øllum einstøku játtanarpostunum á fíggjarlógini.
Ymist er tó, hvussu einstøku postarnir virka á búskaparliga virksemið, og tí fæst ikki nakað gott mát fyri fíggjarpolitiska virknaðin við bert at leggja saman øll sløg av útreiðslum og inntøkum, fyri síðan at kunna vísa á eitt yvirskot ella undirskot á fíggjarlógini sum mát fyri, um fíggjarpolitikkurin er stimbrandi (ekspansivur) ella tálmandi (kontraktivur).
Eitt stórt yvirskot á fíggjarlógini nýtist ikki at merkja, at varin ella kontraktivur politikkur verður rikin. Sama er galdandi hinvegin.
... tí yvirlit mangla, sum lýsa ávirkanina á búskapin
Hetta er í mínari verð ein høvuðstrupulleikin við verandi uppskoti til fíggjarlóg. Høvuðsyvirlitið í uppskotinum vísir samantaldar útreiðslur, íløgur og inntøkur greinaðar eftir ábyrgdarøki landsstýrismanna. Hetta er neyvan yvirlit, sum hjálpir mær ella nøkrum øðrum, ið hava áhuga fyri búskaparpolitikkinum, at gera grundaðar metingar av, hvussu fíggjarlógin kemur at ávirka búskapargongdina.
Trupulleiki við høvuðsyvirlitinum er, at mong sløg av transaktiónum eru samanvavd. Hetta er ein trupulleiki í samband við metingar av virksemisárininum, tí sera ymist er, hvussu eitt nú lønarútreiðslur og avskrivingar uppá gomul veðhaldsútlegg ávirka búskapargongdina.
Lønarútreiðslur og tilfarskeyp kunnu hava stóra beinleiðis ávirkan á framleiðslu, prísgongd og gjaldsjavna. Veitingar til húsarhald hava somuleiðis stóran týdning fyri virksemið, men er virknaðurin her meiri óbeinleiðis, tí húsarhald avgera í hvønn mun veitingarnar fara til nýtslu ella uppsparing.
Onnur sløg av transaktiónum, eitt nú rentuútreiðslur til statin, gjaldingar til danska heilsuverkið, tilskot og studningar, ið fara út av landinum, avskrivingar upp á gamla skuld til landskassan, setan av peningi í grunn at nýta um 2 ár ella longur úti í framtíðini, hava hinvegin ikki tann stóra týdningin fyri búskapargongdina - í øllum førum ikki upp á styttri sikt.
Tøl fyri innverðandi og gomul fíggjarár mangla í høvuðsyvirliti
Ein annar trupulleiki við høvuðsyvirlitinum er, at útreiðslur í ávísum førum eru nettotøl, sum fjala út yvir ovurstórar bruttoútreiðslur og -inntøkur, ið beinleiðis hava týdning fyri almenna og samlaða búskaparliga virksemið.
Ein triði trupulleikin við at nýta høvuðsyvirlitið sum mát fyri fíggjarpolitiska virknaðin er, at ilt er at gera sær metingar av, í hvønn mun uppskotið leggur upp til at tálma ella stimbra búskaparliga virksemið, tí einki samanlíkningargrundarlag er sett upp, ið lýsir inntøkur og útreiðslur á teimum ymsu postunum fyri farin og inniverðandi fíggjarár.
Greiðari málsetningar í fíggjarpolitikkinum
Alt gott um at landsstýrið hevur sett sær fyri at reka ein varnan fíggjarpolitik og at javna konjunkturgongdina. Men her er jú talan um endamálsorðingar, sum kunnu tulkast ymiskar vegir.
Onkur politikari vil til dømis vísa á, at landskassin fær størri yvirskot komandi ár, verður skattatrýstið lækkað - alt annað líka. Væl kann vera, at so er, og kemur hetta ikki óvart á nakran búskaparfrøðing ella onnur, sum fylgja við samfelagsbúskaparligum viðurskiftum.
Tað, sum er vandamálið her, er, at størri yvirskot fyri landskassan í sær sjálvum tykist verða ein rættur málsetningur, og at størri yvirskot á fíggjarlógini er tað sama sum varin fíggjarpolitikkur. Hetta nýtist ikki at verða so. Skattalættar hava við sær, at størri ferð kemur á búskapin. Men við verandi støðu á arbeiðsmarknaðinum er vandi fyri, at linur inntøkupolitikkur bert elvir til ovurupphitaðan búskap, har økta keypiorkan ikki bert slær ígjøgnum sum vaksandi yvirskot hjá landskassanum, men eisini sum vaksandi innflutningur, verri kappingarføri og inflatión.
Tí eiga teir, sum smíðja fíggjarlógina at gera greiðari orðingar av fíggjarpolitiskum málssetningum. Grundleggjandi spurningar, sum í hesum sambandi eiga at verða reistir eru:
Eigur størri ferð at verða sett á búskapin við fíggjarlógini ella skal fíggjarlógin virka tálmandi á búskapargongdina?
Í almennu viðmerkingunum til uppskot til fíggjarlóg eigur støða at verða tikin til hesar spurningar. Tá ið hetta er gjørt, er somuleiðis neyðugt við tallýsingum, ið so greitt sum gjørligt vísa í hvønn mun fíggjarlógin í royndum samsvarar við málsetningar um stimbrandi ella tálmandi fíggjarpolitik.
Yvirlit, sum betur lýsir avleiðingar av fíggjarpolitikkinum
Fyri at gera hesa tallýsing er neyðugt við enn einum »høvuðsyvirliti«, sum kann hjálpa løgtinginum til støðutakan. Yvirlitið eigur at vera evnað til soleiðis, at møguligt verður hjá tinglimunum at fáa greiðu á, hvussu peninganýtsla landskassans ávirkar virksemið, hvussu peningainntøkur landskassans ávirka virksemið og somuleiðis hvussu samanlagdi virknaðurin av peningainntøkum og -útreiðslum verður á búskapargongdina.
Eri greiður yvir, at stórir praktiskir trupulleikar eru við at gera slíkt yvirlit. Eitt stórt framstig hevði tó verið, um fíggjarmálastýrið afturat verandi »ábyrgdarhøvuðsyvirliti« setti upp fíggjarlógina eftir sokallaða standardkonto-planinum, sum umrøddur er á teimum báðum seinastu síðunum í fíggjarlógaruppskotinum (s. 377-378).
Standardkontoir eru tvørgangandi og eru lagaðar eftir teimum hugtøkum, sum m.a. verða nýtt í tjóðarroknskapinum, har dentur verður lagdur á at lýsa búskaparligt virksemi.
Slíkt yvirlit eigur at verða sett upp eftir standarkontoplaninum á ein slíkan hátt, at lønir, tilfarskeyp og -søla og onnur sløg av transaktiónum, sum hava stóra á-virkan á búskaparliga virksemið, verða skildar frá teimum gjaldingum, sum hava lítlan og ongan týdning fyri innlendska eftirspurningin. Yvirlitið eigur eisini at geva tingmonnum og øðrum eitt samanlíkningar-grundarlag, og eiga roknskapartøl og metingar fyri farin og inniverðandi fíggjarár tí eisini at verða við í yvirlitinum.
Ein standardkontouppseting av fíggjarlógini gevur ikki nakra absolutta ella sanna mynd av, í hvønn mun fíggjarpolitikkurin er ekspansivur ella ikki. Men slík uppseting er fortreyt fyri nágreiniligari lýsing hesum viðvíkjandi. Í øllum førum gevur hon eina meiri eftirfarandi mynd av tí ávirkan, sum fíggjarlógin hevur á búskaparliga virksemið, enn verandi høvuðsyvirlit.
Íløgan í nýggju fíggjarskipan landsins hevur verið kostnaðarmikil. Fyrimunir, sum nýggja skipanin skuldi hava við sær, vóru m.a. betri møguleikar fyri at lýsa búskaparliga virksemið hjá tí almenna. Í hesum sambandi er tað serliga standardkontoskipanin, sum kann verða til stóra nyttu.
Tað er tí mín vón, at stig verða tikin til at gagnýta teir møguleikar, sum nýggja fíggjarskipan landsins rúmar, soleiðis at veruligt grundarlag verður fyri at føra tilvitaðan fíggjarpolitikk í hesum landi komandi árini.
Jonhard Eliasen, cand.oecon.