Hugleiðingar um føroysku oljulógina og føroysku oljufeløgini

Um føroyingar veruliga ynskja at hava eitt oljufelag, sum hevur neyðugu fíggjarligu styrkina til at kunna gera seg galdandi í kapping við útlendsk oljufeløg ella sum kann gerast »seriøsur« og veruligur samstarvsfelagi við hesi á jøvnum føti í einum samtaki, átti kanska heldur at verði hugsað um, hvørt tað er møguligt at stovna føroyskt oljufelag, sum bæði tað almenna og privatir kunnu verða eigarar av (hálv-alment felag)

Sum øllum kunnugt standa Føroyar á gáttini til byrjanina av einum leitingarskeiði eftir olju og gassi (kolvetnum) á føroyska landgrunninum. Ásetingin av teimum løgfrøðisligu kørmunum, sum hendan frálandavinnan skal virka undir, hevur leingi verið á veg, og er í samband við Løgtingsins viðtøku av lógaruppskotinum tann 24. februar 1998 komin undir land, og løgfrøðisliga við einum úrsliti, sum Føroyar kunnu verða nøgdar við.

Við teimum útlitum, sum við slíkari vinnu, eru fyri samfelagsbúskaparligari framgongd fyri Føroyar og vinningi fyri tann einstaka, um kolvetni verða funnin, er einki løgið í, at Landsstýrið eisini hevur gjørt sær tankar um, hvørt landið sum liður í eini frálandavinnu skal seta á stovn alment føroyskt oljufelag, sum saman við útlendsku oljufeløgunum skal kunna taka lut í oljuleitingini og útvinningini av kolvetnum um hesi verða funnin.


Oljuráðleggingarnevndin og løgmaður draga ikki sou línu

Oljuráðleggingarnevndin hevur í síni frágreiðing til Landsstýrið ikki mælt til, at alment oljufelag verður stovnað nú, men at Landsstýrið ístaðin í samband vid veiting av loyvum til oljuleiting skal fyrihalda sær rættin til at lata eitt alment oljufelag koma uppí virksemið hjá teimum oljufeløgum, sum fáa leitingar- og útvinningarloyvi.

Seinastu vikurnar er í føroysku fjøðlmiðlunum sagt frá, at løgmaður, hóast tilmæli frá Oljuráðleggingarnevndini, hevur sett nevnd til nærri at kanna møguleikan fyri stovnan av einum almennum oljufelag.

Meira áhugavert er tó, at fjølmiðlarnir seinastu vikurnar eisini hava boðað frá, at ikki minni enn tvey privat føroysk oljufeløg nú eru stovnað ? annað (P/F Faroes Oil & Gas Exploration) við útlendskum og hitt (P/F Atlantic Petroleum) við føroyskum kapitali aftan fyri seg. Harumframt fara útlendsku oljufeløgini væntandi í næstum at stovna dóttirfeløg í Føroyum ? norska Saga hevur longu skrásett deild í Føroyum (Saga Petroleum Føroyar a.s.).


Oljulógin og umsitingin av henni

Hendan grein skal ikki snúgva seg um, hvørt tað er gott ella ringt, at stovnað eru privat føroysk oljufeløg, sum í eini útbjóðing kunnu enda í kapping við eitt alment føroyskt oljufelag, men skal harafturímóti snúgva seg um, hvørt hendan støðan kann koma at føra við sær, at útlendsku oljufeløgini fara at missa álitið á føroyingum, um oljulógin í samband við veiting av leitingarloyvum ikki verður umsitin í samsvar við lógarinnar egna innihald.

Tað hevur í samband við fyrireikingina av Kolvetnislógini ikki verið nøkur loyna, at føroyingar hava ynskt, at teir skulu hava sersømdir í samband við frálandavinnuna. Lógaruppskotið frá løgmanni nevndi í hesum sambandi, at krøv skuldu setast oljufeløgunum um skyldu í ávísan mun at nýta føroyska arbeiðsmegi, tænastur og veitingar. Í álitinum frá Løgtingsins Vinnunevnd bleiv lagt afturat, at krøv skulu setast beinleiðis í lógini um, at allur flutningur av útgerð til og frá frálandavinnuni skal fara um føroyskan bryggjukant ella flogvøll. Eingi av hesum krøvum eru so óvanlig, at tey vilja ræða oljufeløgini frá at søkja um loyvi til at leita eftir kolvetni á føroyska landgrunninum, um bert krøvini verða áløgd í tann mun Føroyar yvirhøvur kunnu veita neyðugu arbeiðsmegina, tænasturnar og veitingarnar annars og í samsvar við tann tørv oljufeløgini hava.


Føroyingar

ikki sersømdir

Kolvetnislógin nevnir harafturímóti einki um, at føroyingar skulu hava sersømdir, tá tað snýr seg um viðgerð av umsóknum um loyvi til at leita eftir olju og gassi. Í grein 6 í lógini er bert ásett, at leitingarloyvi bert kann latast teimum umsøkjarum, sum Føroya Landsstýri metir hevur neyðuga sakkunnleikan royndirnar og førleikan, eins og fíggjarligu orkuna at átaka sær eina so krevjandi uppgávu, sum leiting eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum vil verða.

Spurningurin er so, um tey bæði privatu føroysku oljufeløgini, sum nú eru stovnað, uppfylla tær í lógini ásettu treytirnar. Tað kann als ikki verða ivi um, at hvørki av feløgunum uppfylla kravið um sakkunnleika til leiting eftir olju og gassi. Tað kann ei heldur verða ivi um, at hvørki av feløgunum sum nú er hava royndir og førleika til at átaka sær leitingarvirksemi.

Viðvíkjandi spurninginum um fíggjarligu orkuna vita vit frá føroysku fjølmiðlunum, at P/F Atlantic Petroleum hevur ein partafelagskapital uppá kr. 25 mill. krónur og at møguleiki er fyri, at hesin kann koma uppá einar 55 mill. krónur, í fyrstu atløgu tó bert upp til kr. 35 mill. Tá hugsað verður um, hvussu kapitalkrevjandi oljuvinnan er, er als eingin ivi um, at hvørki 25 mill. ella 55 mill. krónur eru nøktandi til at kunna fremja leiting eftir olju og gassi. Tað er sostatt greitt, at hetta felagið heldur ikki uppfyllir ta triðju treytina í lógini fyri yvirhøvur at kunna fáa eitt leitingarloyvi. Um Kolvetnislógin verður umsitin í samsvar við lógarinnar egnu orð tykist sostatt verða greitt, at leitingarloyvi tí ikki kann latast felagnum P/F Atlantic Petroleum.


Føroysk luttøka

uttan týdning

Næsti spurningurin er so, um tað broytir uppá støðuna, um P/F Atlantic Petroleum ger samstarvsavtalu við eitt ella fleiri av teimum útlendsku oljufeløgunum, sum uppfylla tær nevndu treytirnar, og hvar umsóknin verður innlatin av samtakinum. Svarið tykist eyðsæð at verða, at sjálvandi vil hetta føra við sær, at loyvi so kann latast einum slíkum samtaki, men grundarlagið fyri at lata loyvi er einans, at útlendska oljufelagið uppfyllir treytirnar í lógini. At føroyska oljufelagið er við í einum slíkum samtaki er sostatt uttan nakran týdning fyri, at loyvi verður latið samtakinum.

Her verður ein tó noyddur at steðga á og spyrja seg sjálvan, hví eitt útlendskt oljufelag, sum sjálvt uppfyllir treytirnar fyri at fáa leitingarloyvi, skal gera samstarvsavtalu við eitt føroyskt oljufelag, sum ikki hevur kunnleika, royndir og førleika til kolvetnisleiting og sum harumframt hevur so lítlan kapital aftan fyri seg, at hesin bert kann málast í promillum (ella minni) av teirri fíggjarligu orkuni, sum krevst til leitingarvirksemi.

Svarið tykist einans at kunna verða eitt, nevniliga at við at gera samstarvsavtalu við eitt føroyskt oljufelag, væntar útlendska oljufelagið, at teirra oljusamtak vil fáa sersømdir frá føroysku oljumyndugleikunum ella at fáa nakrar ávísar fyrimunir í mun til onnur samtøk, sum kappast verður við um til dømis sama leitingarøki, og sum ikki hava føroysk feløg við í teirra samtaki.

Enn meira álvarsligt vil tað verða, um loyvi verður latið einum samtaki, har hvørki føroyski ella útlendski parturin uppfylla treytirnar fyri at fáa eitt leitingarloyvi, og hvar loyvi tí bert verður latið, av tí at eitt føroyskt felag er við í einum slíkum samtaki.

Verður hugt at P/F Faroes Oil & Gas Exploration er meira ilt at meta um fíggjarligu orkuna hjá hesum felagnum, við tað at felagið nærmast tykist at verða at uppfata sum eitt »dóttirfelag« til útlendska samstarvsfelagan, enska DANA Petroleum, og at fíggjarliga orkan tí hongur saman við fíggjarligu orkuni hjá hesum felagnum. Støðan hjá hesum felagnum tykist sostatt best at kunna sammetast við føroysku dóttirfeløgini hjá teimum kendu útlendsku oljufeløgunum, sum nokk flestøll hvør sær uppfylla treytirnar i grein 6 i Kolvetnislógini fyri at fáa leitingarloyvi.


Grund til at ávara

Hóast tað er at fegnast um, at nakrir einstakir føroyingar hava dirvi og orku til at stovna feløg, sum aktivt ætla at taka lut í komandi oljuleitingini, tykjast tað verða góðar grundir til at ávara teir føroysku myndugleikarnar og politikararnar, sum skulu umsita oljulóggávuna, móti at toyggja tulkingina av lógini so langt, at leitingarloyvir verða latin føroyskum oljufeløgunum ella samtøkum, hvar føroysk oljufeløg eru við, uttan mun til um hesi uppfylla treytirnar í lógini, men bert tí at hesi eru føroysk..

Um so verður má roknast við, at útlendsku oljufeløgini missa eitthvørt álit á og virðing fyri føroyskum politikarum og føroyskum myndugleikum, við tað at tað so gerst greitt, at lógin ikki verður umsitin í samsvar við innihald hennara, men meira út frá »tjóðskaparligum« fyritreytum. Hetta vil yvir eitt longri skeið uttan iva fáa fylgjur fyri tað samstarvið, sum føroysku myndugleikarnir og útlendsku oljufeløgini skulu fáa í lag, fyri at oljuvinnan kann gerast ein so góð inntøkukelda sum møguligt fyri Føroyar.

Eisini eigur at verða víst á, at tey nevndu føroysku oljufeløgini sjálvi hava boðað frá, at tey vilja virka á vinniligum grundarlagi. Tá ið so er, mugu hesi eisini tola, at man bert vinnur í kapping við onnur feløg, um so er, at man er betur enn hini.


Alment ella hálv-alment felag

Um føroyingar veruliga ynskja at hava eitt oljufelag, sum hevur neyðugu fíggjarligu styrkina til at kunna gera seg galdandi í kapping við útlendsk oljufeløg ella sum kann gerast »seriøsur« og veruligur samstarvsfelagi við hesi á jøvnum føti í einum samtaki, átti kanska heldur at verði hugsað um, hvørt tað er møguligt at stovna føroyskt oljufelag, sum bæði tað almenna og privatir kunnu verða eigarar av (hálv-alment felag). Hetta hevur í útlondum latið seg gera á øðrum økjum, eitt nú innan tele-samskifti, so hví ikki innan føroyska oljuvinnu ?

Verður alment ella hálv-alment oljufelag stovnað í Føroyum er umráðandi, at eitt slíkt felag kemur at virka á vanligum vinnuligum treytum og ikki bert sum longdi politiski armurin hjá føroysku politikarunum. Tað vildi verið ólukkuligt fyri Føroyar og føroyska oljuvinnu um føroyingar føldu seg freistaðar til at falla aftur til politikkin í 1980?árunum, hvar ein ofta fekk ta fatan, at tað at fáa til vega fígging til egið vinnuligt virksemi, bert var ein spurningur um at hava rætta politiska litin og at kenna teir røttu politikararnar. Tað vildi eisini verið ólukkuligt fyri Føroyar, um politiska mannagongdin í málinum um bjargingina hjá politiskt óhefta Framtaksgrunninum av virkseminum hjá P/F Føroya Fiskavirking (m.a. hóttanir móti leiðsluni í Føroya Banki og í Framtaksgrunninum og uppskot um anti-trust lóg) kom at endurtaka seg, bert tí at einstakir politikarar kunnu hava onnur sjónarmið um eitthvørt mál innan oljuvinnuna enn teir persónar, sum eru settir í starv til at taka sær av slíkum málum.

Latið okkum vóna at Føroyar og føroyingar hava lært av tí farna, soleiðis at oljuvinnan ? uttan mun til um ein leiting fer at geva úrslit ella ei ? kann geva eitt veruligt fíggjarligt íkast til føroyska búskapin og samstundis menna føroysku vinnuna soleiðis at hendan í framtíðini eisini kann gera seg galdandi uttanfyri Føroyar á øðrum økjum enn bert innan fiskivinnuna.