Suðuroyar Sparikassi
Fríggjakvøldið hevði Suðuroay Sparikassi ábyrgdarafund, har nýtt umboðsráð varð valt.
Men fundurin var ikki bara hildin fyri at velja eitt umboðsráð.
Hann var skipaður sum eitt hugnakvøld við undirhaldi, borðhaldi við øllum góðum, fyrilestri og sangi og hildið varð á til nakað langt út á kvøldið í VB húsinum, sum varð uppstásað og pyntað til høvi.
Í løtuni eru 503 ábyrgdarar í Suðuroyar Sparikassa og tilsamans hava teir 944. 000 krónur í ábyrgdarapeningi .
? So tað verður ikki so longi, so fer sparikassin upp um milliónina í ábyrgdarapeningi, heldur formaðurin í umsjónarráðnum, Lars Djurhuus.
Tá ið ábyrgdarafundur var seinast fyri fýra árum síðani, vóru 359 ábyrgdarar í sparikassanum og teir høvdu 566.000 krónur í ábyrgdarpeningi, so eisini á hesum øki veksur áhugin fyri landsins minsta peningastovni.
Av teimum 503 ábyrgdarunum, sum eru í sparikassanum, høvdu 150 leitað sær vestur í VB húsið hetta kvøldið, har marknaðarleiðarin á Suðuroyar Sparikassa, Per Jacobsen, beyð teimum at vera vælkomnum.
Lars Djurhuus, formaður í umsjónarráðnum, greiddi frá virkseminum hjá Sparikassanum og stjórin, Mikkjal Sørensen, legði høvuðstølini í roknskapinum fram.
Torgerð Suðuroy var fundarstjóri og skipaði fyri fyri borðhaldinum, men har var eisini annað undirhald og tað stóð stórskemtarin, Robert McBirnie fyri.
Kirkjukórið Ljómur setti ein serligan dám á kvøldið við nøkrum sangum.
Annars helt samfelagsfrøðingurin, Gestur Hovgaard,upplýsandi fyrilestur, har hann metti um møguleikarnar hjá einum lítlum pengingastovni at standa seg í kappingini við teir stóru.
Og sjálvsagt var eisini felagssangur á skránni, har tveir av okkara frægastu tónleikarum, Edvard Nyholm Debes á kontrabass og Finnur Hansen á tangentum, spældu afturvið.
Valdu 29 limir í umboðsráðið
Á ábyrgdarafundinum fríggjakvøldið varð kunngjørt, hvørji eru vald í umboðsráðið hjá Suðuroyar Sparikassa.
Í umboðsráðnum eru 29 fólk og nøkur nýggj andlit eru at síggja í nývalda umboðsráðnum, sum skal sita tey næstu fýra árini.
Umboðsráðið er aðalfundurin hjá Suðuroyar Sparikassa og á aðalfundinum seinni í hesum mánaðinum skal umboðsráðið, m.a. velja sjey limir í eitt umsjónarráð.
Tey 29 fólkini, sum nú manna umboðsráðið hjá Suðuroyar Sparikassa, eru:
Eydna Dahl, Vágur
Malfríð Danberg, Vágur
Kári Hammer, Vágur
Óli Holm, Vágur
Erhard Joensen, Vágur
Poul Johannus Joensen, Vágur
Torbjørn Joensen, Vágur
Jákup Pauli Magnussen, Vágur
Jákup Mohr, Vágur
Bogi Mortensen, Vágur
Turið Olsen, Vágur
Agnes Tausen, Vágur
Jacob Vilhelm , Vágur
Ingeborg Vinther,Vágur
Lars Djurhuus, Porkeri,
Mortan D. Holm. Porkeri
Gudfinn Olsen, Porkeri
Dánjal Johan Lisberg, Sumba
Eli Poulsen, Sumba
Sommer Joensen, Tvøroyri
Óli Johansen, Tvøroyri
Poul Poulsen, Froðba
Tórður Enni,Tvøroyri
Finn Andreassen, Øravíkarlíð,
Jákup Pauli Hammer, Hvalba
Mikkjal Hammer, Hvalba
Dánjal Jógvan Thomsen, Hvalba
Rógvi Thomsen, Hvalba
Niels Jákup Thomsen, Hoyvík
Sí eisini greinina ?Enn er fremsta endamálið at hjálpa teimum sum seta búgv?
SUSPari.Fólk.JPG
Áhugaðir áhoyrarar á ábyrgdarafundi í Suðuroyar Sparikassa fríggjakvøldið. Her eru tað limir í Kirkjukórinum Ljómi, sum sang á fundinum, og onnur, sum lurta eftir tí, ið sagt verður
'