Ein uppteljing av løglistanum frá ólavsøku í fjør vísir, at bara triðja hvørt lógaruppskot, sum varð fráboðað á ólavsøku í fjør, er komin ígjøgnum løgtingið. Hvat skulu vit so halda um løglistan í ár?
Ólavsøkurøðan er besta amboðið hjá løgmanni at seta síni fingramerki. Hetta er pallurin, har løgmaður tosar beinleiðis til fólkið um tær avbjóðingar og mál, ið standa fyri framman. Tí kunnu vit eisini krevja, at vit fáa politikk serveraðan, tá løgmaður tekur orðið á ólavsøku.
Og tí var tað hugstoytt at hoyra løgmann tosa um frágreiðingar, sum eru komnar á borðið hjá landsstýrisfólkum farna árið – uttan at ítøkiliggera, hvat hesar skulu brúkast til.
Løgmaður sigur, at hann í fjør vildi hava ein arbeiðsbólk at skriva frágreiðing um fólkaflyting og fólkavøkstur. Frágreiðingina fingu hann og landsstýrið 5. apríl. Og tí er tað ikki í lagi, at løgmaður á ólavsøku í ár ikki kann stórt meira enn at kvitta fyri móttøku og annars fortelja føroya fólki, at nøkur átøk eru sett í verk og onnur eru í umbúna. Í eini setanarrøðu frá løgmanni vænta vit meira.
Um fiskivinnuna sigur løgmaður seg vilja hava eina breiða semju um, hvussu vit nýskipa okkara høvuðsvinnu. Og so letur hann okkum vita, at lógaruppskot um fiskivinnunýskipan verður latið løgtinginum í hesi tingsetu. Eisini her vænta vit okkum meira av eini setanarrøðu. Ólavsøkurøðan hevði verið eitt gott stað at fortalt føroya fólki, hvat løgmaður ætlar við fiskivinnuni.
Og tá løgmaður í síni ólavsøkurøðu velur at tosa um tilfeingisgjøld í fiski- og alivinnuni, so má hann eftirhondini vera meira ítøkiligur enn bara at siga, at uppskot um slík gjøld eftir ætlan verða løgt fram í heyst.
Tá løgmaður enntá sjálvur í útvarpssamrøðu staðfestir, at hann við síni fimtu ólavsøkurøðu nú ikki longur kann sigast at vera við fyri at læra – ja, so mugu vit eisini vænta okkum politikk frá løgmanni.
Tað kann vera mikið hugnaligt at hoyra løgmann greiða frá, at Føroyar eru eitt deiligt land við deiligum menniskjum og at tað annars gongur væl í okkara samfelag. Men landsins leiðari er settur at leiða, og tað má hann eisini viðhvørt fortelja fólkinum, hvat hann ætlar. Og tað knípti ólavsøkudag.