Óhugnaligt rák

Oddagrein:

So hendi tað aftur og hesaferð í Týsklandi. Ein ungur maður fer alvápnaður inn á ein skúla og drepur frá hond, næmingar og lærarar. Hetta rák hevur nú í nøkur ár eyðkent støðuna í USA, Bretlandi, Týsklandi og Finlandi. Fólk øtast og eru sum vera man djúpt skelkað av hesum ræðuligu hendingum, standa spyrjandi og hava ilt við at skilja, hvat tað er, sum hendir rundan um okkum. Hvat er tað, sum fær ungar menn at gerast frá sær sjálvum og at gera seg inn á skúlafelagar ella inn á smábørn, sum als einki hava gjørt til sakar? Hvat endar hetta við? Hvussu skal samfelagið steðga hesum óhugnaliga og sera vandamikla ráki?

 

Hesir og mangir aðrir spurningar verða settir, hvørja ferð heimurin hevur upplivað hetta ræðuliga fyribrigdið, ið verður nevnt skúlaskjóting. Hóast eingin megnar at geva eitt svar, ið fult út kann greina orsakirnar til hetta ræðuliga fyribrigdi, so hevur hetta, eftir hvat sálarfrøðingar og mannfrøðingar halda nakað at gera við ávís eyðkenni við ta hópmentan, sum eyðkennir framkomna heimin í dag. Nú má ásannast, at frásagnir um valdsnýtslu og harðskapur hava at kalla allar dagar verið partur av mentan og siðsøgu. Hinvegin er undirhaldsídnaðurin í sera stóran mun eyðkendur av harðskapi. Filmur, internet og teknirøðir – alt eyðkent av ógvusligum og ótamdum harðskapi, og torført kann mangan vera hjá ungum og veikum fólkum at skilja millum fiktión og veruleika. Nógv ung kenna seg einsamøll, happað og uttan fyri felagskapin og hava bert internetið, har tað ikki trýtur við hættisligum vandamiklum tilboðum. Stórir bólkar í samfelagnum eru bergtiknir av vápnum eins og ávís lond hava eina so liberala vápnalóggávu, at nógv er til av vápnum í vanligum heimum. Tað øtlandi bandakríggið við skotbardøgum í Keypmannahavn er ein óhugnaligur partur av hesi mynd av vaksandi vápnanýtslu í nútímans samfelagnum.

 

Henda støða leggur eina sera stóra ábyrgd á foreldur, dagstovnar og skúlar at ansa væl eftir børnum og ungum. Hetta er lættari sagt enn gjørt, tí strongd, vaksandi krøv á arbeiðsmarknaðinum og fíggjarlig trongstøða eru alt tættir, ið draga skeiva vegin. Foreldur, námsfrøðingar og lærarar eru undir einum støðugt vaksandi trýsti frá øllum síðum. Í eitt nú Danmmark eru námsfrøðingar nú so illa løntir, at lívslønin hjá einum ófaklærdum er væl hægri enn lívslønin hjá einum námsfrøðingi. Hetta sigur nakað um samfelagsligu raðfestingarnar við atliti at børnum og ungum.

 

Tað eru ivaleyst nógvar og mangan torgreiddar orsøkir til hesar ræðuligu sorgarleikir. Hinvegin eru ivaleyst nøkur hyggjuráð, sum kunnu fyribyrgja um ikki allan harðskap so ein part av hesum vaksandi trupulleika. Samfelagið eigur sum heild at raðfesta børn og ung fremri. Byrgjast má fyri happing og dagstovnar, skúlar og avvarandi myndugleikar mugu ansa eftir, at eingin smokkar niður í millum í skipanini. Vit eiga sum heild at ansa sera væl eftir børnum og ungum, soleiðis at tey kenna seg elskað, trygg og vælkomin í heimin.