Í Gásadali hevur líka sum ein nýggjur og snøggur býlingur stungið seg upp seinnu árini, og hetta eru tær seks hugnaligu smátturnar, sum Sp/f Múlin hevur bygt.
Teir, sum eiga felagið, eru brøðurnir, Jákup Suni og Trøndur Lauritsen.
Jákup Suni er tekniskur leiðari í Sørvágs kommunu, og tað hevur hann verið síðan hin 1. september í fjør, og Trøndur siglir sum maskinmeistari við flakatrolaranum, Gadusi.
Jákup Suni er byggifrøðingur og hevur verkstað, og tað er her á verkstaðnum, at smátturnar eru bygdar og síðan settar upp á staðnum í Gásadali.
##med2##
##med3##
Tvær støddir
Tað eru tvær støddir av smáttum, harav tær smærru hava eina gólvvídd á umleið 35 fermetrar, pluss loft, og tær størru hava eina gólvvídd á 47 fermetrar, pluss loft.
Men, samlaða verkætlanin hjá Sp/f Múlanum er nógv størri enn hesar seks smátturnar.
- Her eru einar 40 smáttur – kanska fleiri – teknaðar inn á lendið, sum vit eiga, og byggisamtyktin fyri økið sigur, at frítíðarhús kunnu byggjast á øllum lendinum.
Jákup Suni Lauritsen vísir á, at tá bygt verður sambært galdandi byggisamtykt og fyriliggjandi ætlan fæst byggiloyvi til smátturnar, sum enn ikki eru bygdar.
- Nú hava vit í fyrsta umfari bygt hesar seks smátturnar, og eg vænti, at nú verður ein lítil steðgur. Men, ætlanin er, sum frá líður, at byggja fleiri smáttur aftrat í sama øki, sigur hann.
##med4##
Stórur eftirspurningur
Allar smátturnar, sum talan er um, eru settar inn í byggiætlanina fyri økið.
- Síðan tær fyrstu smátturnar komu upp, hevur stórur eftirspurningur verið eftir at leiga tær, og tað er serliga millum útlendsk ferðafólk, sum oftast bíleggja í góðari tíð, at eftirspurningurin er stórur.
Jákup Suni Lauritsen sigur, at longu nú hava tey fingið eina rúgvu av bíleggingum, og longu nú í seinastuni hava eisini fleiri smáttur verið upptiknar, tí fólk eru tíðliga á veg.
- Jú, vit vænta, at hetta er ein spennandi tíð, sum liggur fyri framman, og vit hava góðar vónir um, at allar smátturnar verð útleigaðar ein stóran part av háárstíðini, leggur hann aftrat.
##med5##
##med6##
Gásadalsgarður
Í Gásadali er eisini Gásadalsgarður, sum hevur ymiskar veitingar til ferðavinnuna, og her eru íbúðirnar, sum Uni Joensen eigur.
Gásadalsgarður bjóðar mat og gisting, og í íbúðunum hjá Una ber eisini til at leiga seg inn.