Hugnaligu vetrarítrivini byrja spakuliga aftur

Nú dagarnir styttast fara fólk spakuliga at fyrireika seg til at fara undir tey hugnaligu vetrarítrivini. Mánakvøldið 26. september byrjar Felagskórið Gøta/Leirvík venjingarnar aftur við Heðin Kambsdal sum kórleiðara

Felagskórið Gøta/Leirvík, ið er mannað við sangarum úr einum stórum parti av Eysturoy, byrjar venjingarnar aftur mánakvøldið 26. september kl. 19.30 í niðaru hædd í eldrasambýlinum Gøtubrá, ið er í Norðragøtu. Kórið verður í hesum árinum 20 ár, og 20 ár kann kanska haldast at verða ov ungt til at flyta inn á sambýli, men hølini eru væl egnað til ung fólk eisini, og samstundis vóna vit, at vit við at verða har, kunnu verða við til at økja um trivnaðin hjá teimum sum búgva har.
Seinastu tvey árini hevur Martin Mouritsen verið kórleiðari hjá Felagskórinum, men hann bar seg undan av tíðarávum. Kórið hevur síðan heitt á Heðin Kamsdal, ið eitt skifti vandi kórið í 5 ár. Heðin játtaði og sostatt fer hann nú undir 6. árið saman við Felags-kórinum Gøta Leirvík, væl á veg at taka Bjarna Restorff, ið hevur rekordina við 7 árum. Venjararnir, ið kórið hevur havt hesi 20 árini eru: André Demidoff, Thomas Anderson, Ernst Dalsgarð og so teir tríggir omanfyrinevndu.
Skráin hjá kórinum er vanliga sera fjølbroytt. Millum annað sálmar, sangir, negro spirituals, rytmiskur tónleikur og nakað av løttum klassiskum tónleiki. Kórið hevur fast 2 konsertir um árið - eina fyri jól og eina um várið. Harumframt er kórið við til ymisk lokal tiltøk, so sum tá jóltrøini í bygdunum verða tendrað og helst er Felagskórið tað kórið, ið hevur sungið flest skip í havn.
Í sambandi við at kórið fyllir 20 ár í hesum sangárinum hevur kórið boðið seg fram at verða vertur á árligu kórstevnuni í vár. Tá kórið fylti 10 ár, var kórstevna eisini í bygdunum, og eru vit í kórinum so smátt farin at gleða okkum at verða vertir fyri kórsangarum í Føroyum aftur.
Kórið heitir inniliga á øll sum hava hug at syngja um at møta upp. Tað hevði verið sera hugaligt at kunnað hátíðarhildið 20 ára dagin við ein stórum og góðum kórum. Tað eru ongi krøv til upptøku. Um tú ivast um sangkór er nakað fyri teg, ert tú vælkomin at tosa við onkran í kórinum.