Hugnaligur fólkafundur í á Skarði í Fuglafirði

Sunnudagin 31. augustkl 1500 var fólkafundur uppi á Skarð í Fuglafirði. Hetta var triðja ár á rað, at Kunningarstovan í Fuglafirði skipaði fyri hesum tiltaki dygst við stikið millum hagapartarnar hjá Hellumonnum og Oyndfirðingum.

 

Ein frálíkur dagur á fjøllunum - og hóast ÍF og B36 høvdu sett stevnu í Fuglafirði um somu tíð, vóru tað fleiri, ið valdu heldur at fara niðan á Skarð at lurta eftir forvitnisligum røðum. Onkur Fuglfirðingur helt fyri, at betur mundi vera at vera í fjarstøðu, so gjørdist skrællið kanska ikki so stórt niðri á fótbóltsvøllinum!

Høvuðsrøðarin var fyrsti læknin í Fuglafirði, Jacob Højgaard. At tað mundi vera forvitnisligt, var eyðvitað. Theodor Jacobsen, lærarin, sum ongantíð keðir fólk, var annar røðarin. Ið, hann ikki dugur at siga tað!

Mannfjøldin henda dag, úr Fuglafirði, av Hellunum og úr Oyndarfirði sat nú har hvør síni megin hagastikið at lýða á tað, teir høvdu á hjarta - onkur smoygdi sær til viks at lurta í transistorin, um tað nú fór at vera so galið hjá ÍF.

Hugnaligt at lýða á kunningarovastan, Petur Martin, sum bjóðaði vælkomið - og aftur við kaffifløva og køku lýddu øll á í góðhýri.

Hóast Jákup, lækni ikki sá seg føran at koma sjálvur henda dag, so var røðan ikki minni áhugaverd, sum dótturin Hjørdis, bar fram pápans vegna - og heilsaði hon flittiliga fundarfólkinum frá gamla læknanum.


Tøkk fyri løtuna

j.