Nú leygardagin 6. juli verður skipað fyri stórum konsertdegi í Nólsoy.
Fleiri av okkara størstu tónleikarum á pallin til tað eftir hondini árliga tiltakið Gníst. Konsertirnar verða hildinar um dagin og nakað út á kvøldið.
Tað plagar at vera lív í til Gníst og eitt gott høvi at heilsa uppá fólk í hugnaliga umhvørvinum í Nólsoy.
Nógvir tónleikabólkar vera á skránni: Eyðun og Terji, Anfinn Nielsen, Kim Hansen, Nalja, HEBBBH-A, Spælimenninir í Nólsoy og føroysku ABBA.