Íløgufeløg
Tað eru so nógv mál, sum fara um hendurnar á okkum, og í hesum førinum kann ein aftaná iðra seg um, at ein kanska ikki steðgaði málinum, segði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klakvík við Rás 2 á middegi í gjár, tá útvarpsrásin setti honum spurningar um aktuella Phoenix málið. Hann vísti eisini á, at kommunan fór at vera meira varin framyvir.
Uppá fyrispurning um teir hava verið ov blaðoygdir og latið tykkum lumpað helt borgarstjórin fyri, at tað er altíð ringt at verja seg fyri sviki og skjalafalsan. ?Tað hava vit so ikki mett tá, tá vit tóku hesa støðuna. Men tað var óheppið, at tað skuldi enda so.
Um málið fær avleiðingar sigur borgarstjórin við Rás 2, at hann hevur fult álit á sínum leiðarum, sum geva sær og politikarum ráð. Hetta fær ongar avleiðingar.