Hugsaði ongantíð at talan var um misbrúkt børn

Tó at fleiri av myndunum og filmunum í barnapornomálinum eru av sera grovum slag, hugsaði ákærdi ongantíð um, at børnini vóru misbrúkt og noydd til at taka lut.

 

Tað var ein sera tung løta í Føroya rætti, tá ákærin legði fram, hvat slag av tilfari, sum var funnið á teldunum heima hjá ákærda manninum. Umframt at nevna dømi um heitið á myndum og filmsbrotum, vísti ákærin eisini á leitiorð, sum ákærdi hevði nýtt.

 

Dómarin, ákærin og verjin sóu eisini eitt lítið úrval av myndum fyri at vísa, hvussu slíkt tilfar ferður flokkað í ymiskar bólkar. Bara frágreiðingarnar og heitini vóru nokk, til at tað vendi sær í maganum á áhoyrarunum.

 

Tær 6.483 myndirnar og tey 14.554 filmsbrotini eru býtt í tríggjar bólkar. Í bólki eitt eru myndir av naknum børnum, tó uttan nakran seksuellan aktivitet. Maðurin hevði 4.379 slíkar myndir og 4.365 slíkar filmar. Í bólki tvey eru myndir og filmar av børnum í seksuellum aktiviteti. 1.812 slíkar myndir og 9.585 slíkir filmar eru í tilfarinum. Í bólki trý, sum er serliga grovur seksuellur aktivitetur, eru 294 myndir og 604 filmar. Tá er talan millum annað um børn, sum eru bundin og týðiliga noydd at fremja ymiskar gerðir.

 

Út frá nøvnunum á fílunum og leitiorðunum, sum ákærdi hevur nýtt, tá hann hevur leitað eftir tilfari, sæst, at talan er um børn heilt niður í lágan smábarnaaldur, bæði gentur og dreingir.

 

Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, vildi hava at vita frá manninum, um hann nakrantíð hevði skonkt tí tankan, at øll børnini á myndunum og filmunum, vórðu misbrúkt.

- Nei, tað hugsaði eg ikki um í løtuni. Eg veit tó væl, at hetta er forkert, segði ákærdi. Hann segði eisini, at um hann visti, at tilfarið bleiv sent víðari av sær sjálvum, hevði hann steðgað umgangandi. Tilfarið skuldi bara vera til egna nýtslu, hann hevði ongan hug at deila nakað.