Hugsa um umhvørvið

Um góðar tveir mánaðir skal nýggja kloakkskipanin í Nólsoy vera liðug. Tá verður alt spillvatn leitt út á streymasjógv

UMHVØRVI

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo


Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at leiða allar kloakkir út á streymasjógv. Stórur partur av sjálvari Havnini hevur fingið nýggja kloakkskipan, og fyri tveimum árum síðani fekk Hestur eisini nýggjar kloakkir.

Seinast er túrurin so komin til Nólsoyar, og síðani juni mánaði í fjør hevur verið arbeitt við at leggja nýggja kloakkskipan  í bygdini.

Arbeiðið er rættiliga umfatandi og krevjandi, tí tað er ikki allastaðni, at spillvatnið náttúrliga rennur á sjógv.

- Tað hevur verið neyðugt at seta upp tríggjar pumpubrunnar, fyri at pumpa vatnið víðari í skipanini, sigur Frank Hellisdal, sum er arbeiðstakari.

Tað hevur eisini víst seg at vera truplari at leggja nýggju skipanina, tí neyðugt hevur verið at brekka veitirnar í nógv størri mun, enn framman undan væntað.

- Hetta hevur seinkað arbeiðinum nakað og hevur merkt, at vit hava verið noyddir at arbeiða longri dagar fyri at halda tíðarætlanina, sigur Frank Hellisdal.

Landsstýrið boðaði fyri nøkrum árum síðani frá, at ein kunngerð var á veg um, at eingin kloakk frá ár 2010 skuldi leiðast út í vágir og havnir. Og hóast henda kunngerðin ikki er sett í gildi enn, og hóast tíðarfreistin sambært landsstýriskvinnuni verður útsett, hevur Tórshavnar kommuna arbeitt sum um kunngerðin longu hevði fingið gildi.

Og júst fyri at nýggja kloakkskipanin skal kunna leiðast út á streymasjógv, er neyðugt við hesum pumpubrunnunum.

- Kloakkin verður leidd norður um kirkjuna og út á sjógv norðanfyri grótkastið, sum er lagt út frá Kirkjutanganum, sigur Frank Hellisdal.

Hann sigur, at hóast nólsoyarbygd kann tykjast lítil, so er tað kortini langt um at fara við einari kloakkskipan.

- Eg dugi ikki at siga, hvussu long kloakkskipanin er, men tað snýr seg um kilometrar av rørum, sum eru og skulu leggjast niður, sigur Frank Hellisdal.

Nýggja kloakkskipanin skal bert taka ímóti spillvatninum, meðan regnvatnið framvegis skal renna í verandi skipan.

Tað er Maskingrevstur við Frank Hellisdal, sum ger arbeiðið, meðan B.P Consult hevur teknað og hevur eftirlit við arbeiðinum.

Fýra og fimm mans hava arbeitt við nýggju kloakkskipanini, sum skal verða liðug um mánaðarskiftið mai/juni í ár.



Tað hevur víst seg neyðugt við nógv meiri brekking enn framman undan roknað við

Mynd: Álvur Haraldsen


Sjálvt í Nólsoy við teirri avmarkaðu ferðsluni, sum har er, verða vegskelti sett upp. Hetta er eitt lógarkrav, tá arbeitt verður

Mynd: Álvur Haraldsen