FERÐSLUTRYGD
Jón Kragesteen, leiðari hjá Ferðslutrygd
Í seinastuni hevur verið skrivað og tosað nógv um ungdóm og ferðslu. Tað skal ikki dyljast, at tað var ferðsluvanlukkan, sum hendi í Eysturoynni í vár, ið setti ferð aftur á hetta kjak. Stutt eftir hendi tað aftur í Vestmanna. Har varð tó sloppið við skrekkinum, hóast tann vanlukkan kundi verið minst líka so álvarslig sum hin fyrr nevnda.
Undirritaði hevur ført fram, at vilja vit veruliga sleppa undan ferðsluvanlukkum, sum henda av vitleysari koyring hjá ungum monnum, er neyðugt at gera okkurt munadygt. Sum munadygt átak varð ført fram, at vit kunnu gera inntriv í bilarnar í Føroyum, so at teir ikki kunna koyra skjótari enn tað, vit vilja hava teir at koyra.
Men, hóast vit skuldu komið so langt, at hetta varð framt í verki, so verður framvegis neyðugt at menna útbúgvingina hjá bilførarunum.
Í vetur kom landsstýrismaðurin í ferðslumálum, Bjarni Djurholm, fram við hugsanum um, hvussu koyrikortið hjá ungum bilførarum kundi verið sett øðrvísi saman. Her varð t. d. komið inn á stigaskipan, og at fyrstu tvey árini skal koyrikortið bara verða givið fyribils, undir serliga strangari skipan.
Eftir mínum tykki er hetta á rættari leið, og vónandi fer nakað at henda skjótt. Sum skilst, verður eisini arbeitt við einum uppskoti um nýggja kunngerð um koyrikortið.
Útbúgvingin hjá bilførarum
Sum kanska longu er lagt til merkis, so verður orðingin "útbúgving hjá bilførarum" nýtt í mun til "tað at ganga til koyrikort" ella "at taka koyrikort". Við hesum vil eg vísa á, at tað er neyðugt at hækka um virðið á sjálvari útbúgvingini, so hon verður ein verulig útbúgving - og ikki sum nú, eitt skeið, sum bara skal fáast frá hondini!
Útbúgvingartíðin og hugburður
Sum tað fyrsta vil eg seta fram, at tíðin at útbúgva bilførarar skal fevna um eitt nógv longri tíðarskeið, enn hon ger í dag. Tað ber kanska væl til upp á stutta tíð at læra seg at duga skelti uttanat og at skúla seg at svara spurnatabellum um víkiskyldur o.a. Tað ber eisini til hjá teimum flestu upp á stutta tíð - undir kontrolleraðum umstøðum - at læra at nýta spitara, kobling, bremsur, venda, bakka o.s.fr.
Men at ávirka hugburðin, tekur longri tíð. Og hugburðurin er altavgerandi fyri, hvussu tekniski lærdómurin og førleikin verður nýttur, tá ið koyrilærarin ikki longur er hjá. Tað er hugburðurin, sum er avgerandi fyri, hvørji val, ið verða tikin aftan fyri róðrið, t.d. eitt leygarkvøld...
Tað er sjálvsagt, at vit mugu byrja við teimum heilt smáu, tað veri seg í heimi, í dagstovni ella aðrastaðni. Og vit mugu halda fram í fólkaskúlanum. Í løtuni verður alt hetta gjørt, men einki er at ivast í, at hetta kundi verið gjørt væl betur og meira skipað.
Tá ið vit so koma fram til aldurin, sum vit halda vera hóskandi fyri, nær loyvt er at hava koyrikort til bil - í løtuni er tað 18 ár - mugu vit fara nógv meira grundleggjandi til verka, enn vit gera í dag.
Uppskot um útbúgving hjá bilførarum
Sum nevnt, mugu vit nýta meira tíð at útbúgva okkara bilførarar. Gingið eigur at vera í skúla einar 4 tímar um vikuna í eitt hálvt ár ella so, og soleiðis koma vit upp í móti einum 100 undirvísingartímunum (+ timar til koyrivenjing í bili). Lærdómurin skal sodna, og tí skal einfalt ikki bera til at taka koyrikortið upp á styttri tíð.
Innihaldið í undirvísingini
Uttan at fara í smálutir, skal her verða sett fram uppskot um innihaldið í undirvísingini hjá bilførarum:
1. Grundskeið í 1. hjálp
2. Almenn vitan um ferðslu
- Bilsøgan t.d. frá tí at bilurin verður uppfunnin, fyrstu trygdartiltøkini og menningin av teimum, og hvussu gjørt verður í dag.
- Ferðsluumhvørvið t.d hví vegirnir eru gjørdir, sum teir eru gjørdir...
3. Menniskjalig virði:
M.a. :
- Gjøgnumgongd og viðgerð av bókmentum um avleiðingarnar av ferðsluvanlukkum, og hvussu ferðsluvanlukkur raka offrini *)
- Frágreiðingar frá ambulansufólki og løgreglufólki um ferðsluvanlukkur.
*) Neyðugt verður at samskipa ferðsluskadd í Føroyum, so at tey verða eggjað og útbúgvin at trína fram, so at tey kunnu vera við í ferðslutrygdararbeiðinum, m.a. við at halda fyrilestur fyri teimum, sum eru í ferð við at taka koyrikortsútbúgvingina. Ringu royndirnar hjá ferðsluskaddum hava ómissandi virði í arbeiðinum at byggja upp rætta hugburðin í ferðsluni.
4. Ferðsluástøðin
- skelti, víkiskyldur o.t.
5. Koyrivenjing
- saman við koyrilærara
- koyrivenjing á venjingarbreyt (hálkubreyt.. - hana mugu vit fáa!)
- koyrivenjing í simulatori (nýggjur møguleiki, sum verður royndur
aðrastaðni)
Royndin at taka koyrikortið
T. d. kundi verið gjørt soleiðis, at fyri at standa royndina at taka koyrikortið, skuldi verið neyðugt at staðið allar omanfyrinevndu undirpartar(1-5).
Viðvíkjandi 3. Menniskjalig virði, eigur at verða fyriskipað munnlig próvtøka ella samrøða, sum hevur til endamáls at staðfesta, um tann, sum skal taka koyrikortið er nóg búgvin at taka tað. Hesin partur av royndini eigur at viga mest.
Próvdómarar skulu hava neyðugt førleikastøði: tekniska bakgrund, har tað er neyðugt, og námsfrøðiliga og sálarfrøðiliga bakgrund, har tað er neyðugt.
Hvat skal koyri- kortið kosta?
Neyðugt skuldi ikki verið, at koyrikortið verður dýrari at taka fyri tann einstaka enn nú - heldur tvørtur ímóti. Hetta er ein spurningur um politiskan vilja, tí sjálvandi eiga myndugleikarnir at vera við til at fíggja hesa undirvísing - eins og onnur neyðug undirvísing verður tað. Hví skal útbúgvingin hjá bilførarum í minsta lagi ikki fáa somu sømdir sum t.d. vanlig kvøldskúlaundirvísing?
Serlig skipan fyri ung
Ung millum 18 og 25 ár skuldu fingið fyrbils koyrikort við serligum treytum, sum var galdandi í t.d. tvey ár. Megna tey at koma í gjøgnum hesi tvey árini uttan at gera álvarslig ferðslubrot, kunnu tey fáa tað fullgylduga koyrikortið.
Eisini kundi verið fyriskipað, at tað bar til at byrja omanfyri nevndu útbúgving frá 16 ára aldri. Verður royndin staðin, kundu tey ungu sloppið at koyrt saman við foreldrum frá tí, tey fylla 17 ár. Her eigur tó at verða kravt, at foreldrini skulu til serliga skúling, áðrenn tey sleppa at taka hesa ábyrgd. Tá ið tey ungu so fylla 18 ár, kunnu tey, aftaná eina uppfylging av fyrstu royndini, fáa fyribilskoyrikortið galdandi fyri ung millum 18 og 25 ár.
Prutl
Tað at koyra prutl má sigast at vera partur av tilgongdini í bilføraraútbúgvingini. Tí hjá nógvum er prutlið fyrsta motorakfarið, sum tey ungu koma í samband við. Í løtuni verður kravt, at tú skalt verða 16 ár, áðrenn tú sleppur at koyra á prutli. Harafturímóti verður ikki kravt, at tú hevur fingið eina skipaða undirvísing, áðrenn tú fært formligt loyvi frá myndugleikunum at koyra. Eftir mínum tykki hevði tað rætta verið at givið loyvi at koyrt á prutli frá 15 ára aldri. Men afturfyri átti munadygg, kravd undirvísing og roynd verið fyriskipað, sum í minni mát hevði somu element, sum í uppskotinum omanfyri viðvíkjandi útbúgvingini hjá bilførarum. Av røttum skuldi prutlkoyrikortið verið at rokna sum partur av fyrireikingunum at koyra bil.
Uppfylging 5. hvørt ár?
Sum ískoyti skal verða lagt afturat, at øll, sum hava koyrikort, áttu at havt skyldu at møta upp til eina uppfylgingarroynd ella uppfylgingarundirvísing t. d. 5. hvørt ár. Hetta hevði borið við sær, at hvør einstakur vildi gjørt meira burtur úr at dagføra sína vitan og sín førleika.
Hava vit ráð?
Tað er greitt, at verður hetta omanfyri nevnda framt í verki, fer tað í fyrsta umfari at kosta samfelagnum orku, t.e. pening. Og tí vil óivað spurningur verða settur, um vit hava ráð til tað? Í míni verð er hetta ein fávitskuspurningur, tí rætti spurningurin er:
"Hava vit ráð til at lata standa til?"
Talið av ferðsluvanlukkum í hesum landi er alt ov høgt. Gjørt upp í krónum og oyrum kosta tær - hvørt ár - mangar ferðir tað, sum omanfyri nevnda menning av útbúgvingini hjá bilførarum vildi kosta árliga. Harafturat koma so menniskaligu avleiðingarnar, sum illa ber til at virðismeta í krónum og oyrum.
So svarið til henda spurning er: "Vit hava ikki ráð at lata standa til!"
Sum nevnt, fekk ferðslutrygdarspurningurin sera nógv umtalu fyri stuttum - av givnum orsøkum. Men longu nú er áhugin dalandi aftur - til næsta vanlukka hendir
Vit mugu fara til verka nú!
Mín meining er tí, at landsstýrismaðurin í ferðslumálum ongantíð ov skjótt eigur at seta arbeiðsbólk at fyrireika álit og lesiætlan at menna útbúgvingina hjá bilførarum - eftir tí leisti, sum er skotin upp omanfyri. Greið tíðarætlan eigur at verða sett út í kortið um, nær arbeiðið skal verða gjørt liðugt. Umráðandi er, at tey, ið koma at manna arbeiðsbólkin, hava neyðuga førleikastøðið, t.e. ein blandingur av fólki við tekniskari bakgrund og fólki við námsfrøðiligari og sálarfrøðiligari bakgrund.
Konufólk mugu uppí
Væl vitandi um, at tað er lógarfest, at allar almennar nevndir og arbeiðsbólkar skulu hava javnvág millum kynini, vil eg undirstrika, at tað er av sera stórum týdningi, at konufólk hava virknan leiklut í arbeiðinum at menna útbúgvingina hjá bilførarum. Tað er nógv, sum bendir á, at tað júst eru virði, sum eru natúrligur partur av hugsanarháttinum hjá konufólki - og langt í frá altíð hjá monnum - ið eru tey, sum mugu í hásæti í ferðslutrygdararbeiðinum. Tíverri eru tað í løtuni sera fá konufólk í hesari "branhu", so her má vend koma í.
At enda: eingin ivi er um, at skulu vit fáa eina útbúgving fyri bilførarum, sum veruliga skal muna, mugu allar góðar kreftir vera við - og høvuðsdentuin eigur at verða lagdur á hugburðin og menniskjaligu virðini.