Teir seinastu dagarnar hevur ein politiskur viðmerkjari fyri og annar eftir sagt, at nú fer Lars Løkke Rasmussen at skriva út fólkatingsval. Men val verður ikki enn. -Eg hugsi ikki um val, segði forsætisráðharrin á regluliga tíðindafundinum í forsætismálaráðnum í dag.
Hann vísti á, at stjórnin er í samráðingum við aðrar flokkar um ta sokallaðu 2020-ætlanina júst í hesum døgum. Ætlanin er at fáa samráðingarnar og møguligar fylgilógir avgreiddar, og tað skal fáast frá hondini, áðrenn eitt møguligt val kann útskrivast.
Lars Løkke Rasmussen segði, at sambært lógini røkkur hetta valskeiðið út í november mánað.