Fróði Benjaminsen verður óiva millum teir ellivu, ið byrja inni í landsdystinum í kvøld móti Týsklandi. Hann er sjálvskrivaður á landsliðnum og nærkast í hvørjum metinum fyri flestar landsdystir.
Hoyr samrøðuna við Fróða Benjaminsen við at trýsta á pílin undir myndini.
Metið eigur verjukempan, Óli Johannesen. Hann náddi at spæla 83 landsdystir árðenn hann í 2007 spældi sín seinasta dyst. Hóast liðskiparin á landsliðnum nærkast metinum, so hevur hann ongar tankar gjørt sær um at røkka metinum.
- Tað hugsi eg ikki um. Eg hugsi bara um at spæla teir dystirnar, sum eru her nú, sigur Fróði Benjaminsen.
Mangan verður tosað um heiðurlig tap, og tað er helst eisin í ordan, tá mótstøðan er Týskland. Men fyri Fróða Benjaminsen skal stig fáast til høldar, áðrenn hann er nøgdur.
- Um eg skal verða nøgdur, so skulu vit hava stig, sigur Fróði Benjaminsen.
Landsdysturin millum Føroyar og Týskland verður í kvøld klokkan 19.45. Rás2 sendir beinleiðis frá dystinm og byrjar at senda klokkan 15.