NÝGGJÁRSRØÐA
Nógv føgur orð, men tey vóru fyri tað mesta tóm og uttan innihald.
Lisbeth L. Petersen, forkvinna í størsta andstøðuflokkinum á løgtingi, Sambandsflokkinum, er eirindaleys í sínari meting av nýggjársrøðu løgmans. Har var stutt sagt ov lítið innihald, heldur hon.
? Løgmaður segði ikki nógv, men eg hevði heldur ikki væntað annað, sigur hon
Lisbeth L. Petersen hefti seg við orðini hjá løgmanni um, at uttan mun til, hvørjar íløgur verða gjørdar, skal nóg mikið vera eftir, so tey gomlu, tey sjúku og tey, sum ikki sjálv klára seg, kunnu fáa nóg mikið til at liva eitt gott lív.
? Tað verður tað ikki, sigur Lisbeth L. Petersen, sum er limur í fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Størsti feilurin, sum varð gjørdur í fíggjarlógarviðgerðini, var netupp, at har var ikki nokk sett av til okkara gomlu, sjúku og veiku, sigur hon.
Løgmaður brúkti nógva orku til at greiða frá, at nógvu ósemjurnar í samgonguni síðsta árið í roynd og veru eru eitt tekin um eitt sunt kjak, har øll sleppa til orðanna.
? Eg havi næstan ikki orð fyri, hvat eg skal siga til slíkt. Umberingarnar fyri klandur og stríð í samgonguni vóru betri ósagdar, tí hesum hava vit havt ovmikið av, síðan hendan samgongan kom til, sigur Lisbeth L. Petersen.
Løgmaður tosaði eisini um hugsjónir og hevði hug at seta javnatekn millum hugsjónirnar og politikkin hjá samgonguni móti størri sjálvstýri.
Men tað var júst hugsjónirnar, sum Lisbeth L. Petersen saknaði í røðu løgmans.
? Har vóru als ongar hugsjónir at taka støðu til. Tað bleiv ikki til annað enn tóm orð, men røðan var hinvegin ikki øðrvísi, enn eg hevði væntað, sigur Lisbeth L. Petersen.