Hugskotsstuðul til føroyingar

Tá tað kemur til gransking skal okkurt serligt til, fyri at føroyingar sleppa upp í part í Evropa. Tó eru aðrir møguleikar, enn júst evropisku tilboðini. NORA og NPP geva nevniliga føroyingum møguleika fyri hugskotsmenning, umframt, at framúrskarandi hugskot altíð hava møguleika

Í gjár var tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har hugskotsmenning og møguleiki fyri fíggjarligum stuðli frá ymiskum grunnum vóru lagd fram. Ov fáir stólar vóru tiltakið, har NORA, FPP og sjeynda rammuskráin greiddu frá ymisku møguleikunum fyri stuðli til menning av føroyskum hugskotum og gransking.

Eftir fundin vóru ymisk sjónarmið førd fram. Millum annað vísti ein av áhoyrarunum á, at føroyingar hava ilt við at fáa stuðul í sjeyndu rammuskránni, tí Føroyar ikki hava nakran atlimaskap í ES. Hinvegin eru møguleikarnir hjá føroyingum at koma inn í ES sum sníkar, við okkara støðu, sum danskir ríkisborgarar at seta dótturfeløg á stovn í einum evropiskum landi, ella skal hugskotseigarin vinkla hugskotið til eitt evropiskt endamál.


NORA

Norrønt Atlantssamstarv, ið NORA verður nevnt á føroyskum, hevði fyrsta uppleggið, har greitt var frá freistum og øðrum, ið er at finna á heimasíðuni hjá NORA.

Tað, sum NORA sær sum sína styrki, er, at føroyingar hava allan møguleika at vera við, bara hugskotið er gott nokk.

Hinvegin er upphæddin ikki so øgiliga stór, sum mann kann fáa í stuðli til ein verkætlan. Í mesta lagi 500.000 krónur, og eginfígging skal vera helvtin. Eisini er eitt krav, at minst tvey NORA-lond eru við í ætlanini.


NPP

Northern Perefieri Program minnir ikki sørt um NORA, men grundleggjandi munurin er, at NPP letur møguleikan upp fyri breiðari samstarvi, enn júst londini í økinum. Eisini eru eitt vet fleiri lond, við í NPP enn í NORA. Eisini er møguleiki fyri meiri peningi. Upp til 3 mió evrur, um tað er eitt høvuðshugskot.

Tað eru longu fleiri føroysk hugskot, hava fingið studning frá NPP.


FP7

7 rammuskráin verður tað nevnt av granskingarráðnum. Talan er um eina ætlan um hugskotsmenning í Evropa. Grunnurin hevur heilt nógvan pening, og kann tí stuðla stórum verkætlanum. Einasti trupulleikin er, at tað er so torført at sleppa upp í part.

Bogi Hansen, oceanologur, er ein, ið hevur fingið stuðul frá hesum grunni, og orsøkin til tess er, at hann gjørdi eina gransking, ið kann nýtast aðrastaðni enn í Føroyum og bara kundi gerast av honum.

Allir hesir grunnar fokusera uppá umleið somu vinnugreinar. Ferðavinna, flutningur, lívfrøði og kunningartøkni eru vinnugreinar, ið føroyingar hava størst møguleika at fáa stuðul til, frá hesum ymisku grunnum.