Ongland
Tað gongur stútt framá hjá Julian og teimum í Hull. Undan árinum varð sagt, at uppflytingin var málið, og við verandi gongd, er eisini líkt til, at hetta kann gerast veruleiki.
Tað var tó eitt lítið bakkast, tá teir undanfarna mikudag taptu 4-2 móti einum vælleikandi Mansfield-liðið. Mansfield telist eisini millum liðini, sum stríðast um uppflyting.
Leygardagin fekk Hull so vitjan av Halifax, sum liggur í niðara endanum av stigarøðini. Sambært heimasíðuni hjá Hull, so var heimaliðið alla tíðina betra liðið, men hóast nógvar møguleikar, so gekk tó striltið at fáa meira enn tað eina málið, sum teir fingu miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Fram móti endanum gekst tó betri, og við tveimum málum afturat gjørdist sigurin eisini ivaleysur á máltalvuni.
Julian Johnsson spældi allar 90 minuttirnar í báðum dystunum, og Hull er nú á øðrum plássi í deildini. Tvey stig eru upp til Rochdale á ovasta plássinum, men Hull hevur leikt ein dyst færri, so tað sær ikki annað enn hugaligt út í løtuni, tó at tað enn resta 36 umfør, áðrenn drúgva enska kappingarárið er av.