Hummarafiskararnir fáa loyvi at vera í Haraldsundi

Fútarætturin gav ikki Bakkafrosti viðhald í málinum, at hummarafiskimenninir í Haraldsundi skulu flyta úr tí staði, har teir hava loyvi at royna eftir hummara

Føroya Fútarættur hevur í dag í úrskurði mett, at P/F Bakkafrost Farming hevur forrætt til aliøkið A-72 í Haraldsundi.

Men samstundis er úrskurðurin hjá Fútarættinum, at Sólarn Isaksen og Marne Isaksen hava hvør sítt loyvi til hummarafiskiskap í Haraldsundi norðanfyri byrgingina. Teir hava eisini loyvi at vera á øki A-72.

Kunnu ikki krevja at teir skulu flyta

Eyðin Djurhuus, advokatfulltrúi hjá hummaramonnunum, sigur, at Bakkafrost Farming kann ikki við paragrafi 609 seta krav um, at hummaramenninir skulu flyta.

– Hummarafiskararnir hava havt loyvi at vera har í fleiri ár. Síðani Bakkafrost hevur fingið loyvi at ala har, hava teir verið samstarvssinnaðir, og hava flutt seg so hvørt, sum Bakkafrost er komið longri út. Men nú er hetta tað síðsta staðið, har til ber at fáa nakað av hummara. Teir hava gjørt royndir aðrastaðni, men har er eingin hummari. Um teir eisini skulu flyta nú, so merkir tað, at teir mugu gevast við hummaraveiðuni í Haraldsundi. Tí hava teir ikki vilja flutt seg, sigur Eyðin Djurhuus.

Bakkafrost tapti

Bakkafrost vildi hava Fútarættin at áleggja hummarafiskarunum at steðga við at draga rúsur uttanfyri Skálatoftir, tí aliringar skuldu setast upp í økinum. Men tað vildu brøðurnir, Sólarn og Marna Isaksen, ikki. Tí endaði málið í Fútarættinum.

Bakkafrost tapti og varð álagt at rinda sakarmálskostnað á 3.500 krónur til brøðurnar Sólarn og Marna Isaksen.

Les eisini: Hummarafiskarar í stríð við Bakkafrost

Bakkafrost hevur rætt til aliøkið

Hóast teir ikki fingu viðhald, so skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi:

– Tað er av heilt vitalum týdningi, at Bakkafrost Farming kann reka sítt lógliga virksemi á aliøkinum. Í samband við at alivirksemið hjá Bakkafrost er ólógliga tarnað av fiskiskapi inni á sjálvum aliøkinum – sum alsamt er settur tættari at aliringunum, hevur Bakkafrost seinastu tíðina havt samráð við fiskimenninar, sum hava sett sín reiðskap inni á aliøkinum.

Hóast tað er púra greitt í lóggávuni, at tað ikki er loyvt at fiska inni á aliøkjum, so hevur tað ikki borið til at fingið skil á hesi viðurskifti. Í samband við at Bakkafrost skal umskipa sína aling inni á aliøkinum - soleiðis sum tað vanliga verður gjørt av og á – var neyðugt at fáa fiskireiðskapin fluttan.

Hóast heitt hevur verið bæði munnliga, skrivliga og við fundi á avvarðandi fiskimenn um at flyta reiðskapin, so var noktað fyri hesum. Bakkafrost sá sær tí ongan annan útveg enn at biðja myndugleikarnar taka málið til viðgerðar, og hevur Føroya Fútarættur í dag avgjørt, at Bakkafrost hevur fullan rætt til at ala inni á tí aliøki, sum felagið hevur fingið tillutað í Haraldsundi – og at tað, soleiðis sum kunngerðin sigur, ikki er loyvt at fiska inni á sjálvum aliøkinum, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi.