Hungurseksperimentið hjá Ísrael svøltaði og drap 57 børn uppá 2 mánaðir

Síðani oktobur 2023 eru í minsta lagi 50.000 børn annaðhvørt dripin ella álvarsliga løstað av ísraelskum álopum í Gasa. Sambært viðurkenda tíðarritinum The Lancet er sannlíkt, at veruliga talið í minsta lagi er tvífalt so høgt.

40.000 børn hava mist eitt ella bæði foreldrini.

 

Sambært WHO fáa 3 av 4 fólkum í Gaza so lítið av mati og vatni, at tað hevur akuttar og lívshættisligar fylgjur fyri teirra heilsu. 57 smábørn doyðu av føðslumangli frá mars til mai mánaða 2025.

 

(https://news.un.org/en/story/2025/05/1163166)

 

57 børn doyðu, tí Ísrael noktaði teimum mat, vatn og eftirgjørda móðurmjólk.

 

(https://news.un.org/en/story/2025/05/1163166)

 

Eftir næstan 3 mánaðar, har hvørki matur, vatn ella heilivágur slapp inn í Gasa, funnu ísraelar – við amerikanskari hjálp – uppá, at neyðhjálp skal latast av einum nýstovnaðum amatørstovni, sum síðani mai mánað hevur skotið og dripið í minsta lagi 400 óvápnaði sivilfólk, sum eru komin til útdeilingarsentralarnir eftir mati og vatni til sínar familjur.

 

Mannagongdirnar minna um, tá danskir grísaframleiðarar koyra síni svín á sláturhús. Tað er óvirðiligt, kaotiskt - og hendir okkurt óvæntað, eru amerikanskir leigusoldatar saman við ísraelsku verjuni skjótir at lata skotini av. Sum teir eisini fáa boð um, sambært ísraelsku avísini Haaretz. Altso at skjóta hungrandi óvápnaði sivilfólk.

 

Men politiski óttin í vesturheiminum fyri at fornerma ísraelar og amerikanarar er so paralyserandi, at vit fyri tað mesta bara hyggja at, hóast upplýsingarnir eru tøkir allastaðni fyri tey, sum tíma at lesa teir.

 

Okkara val er at siga okkurt, ella venda blinda eygað til. Men okkara ótti svíkur børnini í Gasa.

 

Hjá gasabúgvunum er valið annaðhvørt vandin at verða dripin av ísraelsku skotunum. Ella at lata seg svølta til deyðis.

 

Sterki vongurin, sum treytaleyst verjir Ísrael í Føroyum eigur at vera klárur yvir, at tað er hetta, sum hann verjir.

 

Politikararnir, sum ikki tora at tosa um málið, eiga at vita, at tað er hetta, tey tiga um.

 

Kirkjan, sum sigur, at mann ikki eigur at ”velja síðu” eigur at vita, hvørjum tøgnin hjá henni tænir.

 

 

 

Jóan Pauli Dahl Jakobsen