Hurðin brotnaði av SAS-flogfari

Hálvtannaðhundrað fólk, sum skuldu úr Oslo til Keypmannahavnar við einum SAS-flogfari, noyddust at skifta flogfar í síðstu løtu.

Eitt Airbus-flogfar, sum tey skuldu við, bakkaði knappliga av sær sjálvum frá portri 44 á Gardermoen-flogvøllinum við tí úrsliti, at at hurðin á flogfarinum brotnaði og varð hangandi á portrinum. Tað sigur talsmaðurin hjá floghavnini, Joachim Westher Andersen, við VG.

Tað er ikki greitt, hví óhappið, men málið er meldað til tað norska loftferðslueftirlitið, sum er farið undir sínar kanningar.

SAS harmast hendingina. Felagið væntar ikki, at Airbus-flogfarið kemur aftur í flúgving enn.