- Vegabreytirnar í Húsareynstunlinum eru tær somu sum í Eysturoyartunlinum. Miðleingja verður eisini millum koyribreytirnar, sigur verkfrøðingurin, Hávarður Guttesen. Myndir: Álvur Haraldsen.

Húsareynstunnilin líka víður sum Eysturoyartunnilin

- Vit hava bæði verið í góðum basaltlindum, eins og vit hava verið í vánaligum tilfari, sandsteini, leiðuri og eitt sindur av royðugróti, sigur 28 ára gamli verkfrøðingurin, Hávarður Guttesen, sum vit fingu ein túr við okkum inn í Húsareynstunnilin.

 

 

 

 

 

 

 

 

- Vegabreytirnar í Húsareynstunlinum eru tær somu sum í Eysturoyartunlinum. Miðleingja verður eisini millum koyribreytirnar, sigur verkfrøðingurin, Hávarður Guttesen. Myndir: Álvur Haraldsen.

- Húsareynstunnilin verður ein góður og tryggur tunnil, eins og allir aðrir tunlar, sum Articon hevur bygt, sigur Hávarður Guttesen, byggileiðari og verkfrøðingur hjá Articon. 

Maðurin, sum er 28 ára gamal, byrjaði longu hjá byggifelagnum sum 15 ára gamal. Meðan hann las verkfrøði á Aalborg Universiteti við sergrein í vegarbeiði, var hann eisini á heysti í 2021 í starvsvenjing hjá Articon. Her var hann eitt nú knýttur at tunnilsarbeiðnum Norður um Fjall, sum Articon eisini stendur fyri, og sum ætlandi verður liðugt seint í hesum árinum. 

 

Innkomuvegurin til Havnina er saman við Húsareynstunlinum ein velduga stór verkætlan. Samstundis, sum tunnilsarbeiðið er í gongd, verður vegurin við íbindarvegum frá Sandvíkarhjalla og suður gjøgnum Hoyvíkshagan til tunnilsmunnan á Villingardalsvegnum eisini bygdur. Haraftrat kemur vegurin úr tunnilsmunnanum undir Oyggjarvegnum og oman í Marknagil.

 

Talan er um tilsamans 9,2 kilometrar av vegi, umframt tunnilin, sum verður 1705 metrar langur. 

 

Við í verkætlanini eru brúgvar og íbindingarvegir, og harumframt verður gjørt eitt stórt ídnaðarøki, sum Tórshavnar kommuna letur gera á Sandvíkarhjalla. Ein partur av nógva gróttilfarinum, sum er komið frá tunnilsbyggingini, er brúkt til innkomu-og íbindarvegir, og tunnilsgrót er eisini brúkt til nýggja ídnaðarøkið og til nýggja útstykking. Grót, sum síðan leypir av, er lagt á goymslu til seinni brúk.

 

Og her er talan um rættiliga stórar nøgdir av gróttilfari. Hávarður Guttesen veit at siga, at alt grótið úr tunlinum er á 138.000 rúmmetrar í føstum gróttilfari, men tá grótið er borað og sprongt og kemur leyst út úr tunlinum, fyllir tað umleið 200.000 rúmmetrar. 

 

Húsareynstunnilin saman við innkomuvegnum er nógv tann størsta verkætlanin í vegakervið hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð. Henda dagin, vit vóru inni í Húsareynstunlinum saman við Hávarði Guttesen og myndamanni, vóru bert 117 metrar eftir at bora og spreingja. Tað merkir, at um alt gongur, sum ætlað, verður tunnilin helst skotin ígjøgnum einaferð í seinnu hálvu av hesum mánaðinum – ella um einar 2-3 vikur.  

 

Á ferðini inni í tunlinum henda dagin, vísti Hávarður Guttesen á, at tá tilfarið í Húsareynstunlinum hevur verið best, og alt hevur gingið væl, hava teir verið uppi á 84 metrum um vikuna, og tá tilfarið hevur verið ringast, hava teir verið heilt niðri á 9-10 metrum um vikuna. Miðallongdin, sum er borað og sprongd um vikuna, síðan tunnilsbyggingin byrjaði, hevur ligið um 54 metrar, og tá tað hevur gingið best, hevur verið borað og sprongt tvær ferðir 5,80 metrar um samdøgrið. 

Men, tilfarið hevur verið ymiskt gjøgnum tunnilsbyggingina. 

 

##med2##

 

- Vit hava bæði verið í góðum basaltlindum, eins og vit hava verið í vánaligum tilfari, sandsteini, leiðuri og eitt sindur av royðugróti, sigur verkfrøðingurin, sum annars letur væl at gongdini. Hann vissar um, at Húsareynstunnilin verður ein góður og tryggur tunnil, eins og allir aðrir tunlar, sum Articon hevur bygt.

 

Tá vit spyrja verkfrøðingin, nær Húsareynstunnilin verður liðugur, er svarið, at tunnilin verður liðugur, tá verkætlanin við innkomuvegnum verður liðug.   

 

Tað er norska felagið, LNS (Leonard Nielsen & Sønner), sum er eitt stórt felag í Skandinavia, ið borar og spreingir, og Articon hevur samstarvað við felagið í fleiri tunnilsverkætlanum. 

- Vit hava samstarvað í Viðareiðistunlinum, Hvalbiartunlinum, tunlunum Norður um Fjall og frystitunlum í Fuglafirði, og tað hevur eitt gott samstarv millum partarnar, sigur Hávarður Guttesen, sum vísir á, at LNS hevur arbeitt við sjey fólkum á hvørjari vakt, og arbeitt hevur verið í tveimum vaktum um samdøgrið. Arbeiðsfólkini hava verið til arbeiðis í 12 dagar út í eitt, og síðan hava tey verið heima í Noregi í 16 dagar. 

 

Hann sigur, at LNS hevur fýra tunnilslið, har tvey hava verið til arbeiðis her heima í Føroyum í senn, samstundis sum tvey lið hava hildið frí heima í Noregi. 

 

Verkfrøðingurin sigur, at tað, sum arbeiðsfólkið hjá norska felagnum ger, er, at tey bora, spreingja og tryggja tunnilin. Síðan syrgja Articon og føroyskir undirveitarar hjá felagnum fyri øllum øðrum arbeiði, sum eitt nú portalum, vegabreyt og koyring út og inn við tilfari. Articon vatntryggjar eisini tunnilin og veitir sproytubetong til verkætlanina umframt mangt annað. El-arbeiðnum og øllum tí tøkniliga í tunlinum tekur El-Service á Skála sær av.

 

- So, hóast LNS borar, spreingir og tryggjar tunnilin, liggur nógv arbeiði eftir hjá Articon og føroyskum undirveitarum, sigur Hávarður Guttesen.

 

Húsareynstunnilin er tilsamans 11 metrar víður – frá veggi til vegg. Tá veggir og loft eru tryggjað fyri møguligt leyst tilfar við longum armeraðum boltum, membrani móti vatni og sproytubetongi verða sjálvar vegabreytirnar júst tær somu sum í Eysturoyartunlinum. Her verður eisini ein miðleingja ella miðrabatt millum koyribreytirnar, eins og í Eysturoyartunlinum.

 

##med3##

 

- Hetta er ein tunnil, sum verður bygdur til stóra ferðslu, kanska eini 7000 akfør um samdøgrið, og tí er tað náttúrligt, at tunnilin í minsta lagi verður á sama støði sum Eysturoyartunnilin, sigur Hávarður Guttesen, sum vísir á, at sjálvur portalurin, sum kemur út millum Oyggjarvegin og Hotel Føroyar, verður heilar 100 metrar langur, og portalurin Undir Brúnni verður 45 metrar langur. Báðir portalarnir verða bygdir upp við betongelementum, sum Articon tekur sær av.

 

Fleiri íbindingar eru til innkomuvegin. Av hesum eru tær flestu í gongd í løtuni, og nakrar verða skjótt lidnar.

 

Øll verkætlanin við innkomuvegnum og Húsareynstunlinum, sum Articon er í holt við, er líka sum í trimum pørtum. Verkfrøðingurin, Hávarður Guttesen, vísir á, at innkomuvegurin og tunnilin er ein partur. Síðan eru íbindingarvegir til innkomuvegin ein annar partur, og í triðja lagi er tað ídnaðarøkið inni á Hjalla og vegurin úr vestara tunnilsmunna og oman í Marknagil.

 

Leggjast kann aftrat, at umleið 100 fólk tilsamans eru til arbeiðis í stóru verkætlanini, sum Articon er í holt við, og tað er LBF, sum hevur staðið fyri projektering og eftirliti.

 

##med4##

 

 

 

- Vegabreytirnar í Húsareynstunlinum eru tær somu sum í Eysturoyartunlinum. Miðleingja verður eisini millum koyribreytirnar, sigur verkfrøðingurin, Hávarður Guttesen. Myndir: Álvur Haraldsen.

Rannvá Álaberg og Johannes Kristensen eru maskinførarar, men hesa løtu arbeiða tey við spaka.