Húsareynstunnilin og Havnarvegurin opin fyri ferðslu

Í gjár lótu nýggi Húsareynstunnilin og Havnarvegurin upp fyri almennari ferðslu.

Torshavn.fo:

 

Tórshavnar kommuna skipaði fyri hátíðarhaldið, sum byrjaði við tunnilsmunnan í Marknagili, har Elsa Berg, borgarstjóri, Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, og Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, søgdu nøkur orð.

 

Síðani varð gingið og súkklað gjøgnum tunnilin og eftir nýggja vegnum úr Marknagili til stórhøllina við Tjarnir. Ein rúgva av fólki nýttu høvið til at njóta góða veðrið og samstundis fáa ein góðan túr í beinini.

 

At enda varð latið upp fyri bilferðslu, og við Føroya Ellisakførum á odda blivu nýggi tunnilin og nýggi vegurin opin fyri almennari ferðslu.

 

Til hátíðarhaldið segði Elsa Berg, borgarstjóri, millum annað:

 

“Í dag letur landsins fyrsti kommunali tunnil upp fyri ferðslu.

 

Hetta er ein serligur dagur, ikki bert fyri Tórshavnar kommunu, men fyri alt landið.

 

Hetta hevur verið ein drúgv verkætlan, og tunnilin og Havnarvegurin hava verið ávegis í nógv ár, men nú er loksins klárt at lata upp fyri ferðsluni úr Marknagili niðan í Hoyvíkshagan.

 

Húsareynstunnilin og Havnarvegurin eru enn eitt týðiligt dømi um, hvussu nógv Havnin er vaksin hesi seinastu árini.

 

Eins og býurin breiðir seg út sum ringar í sjónum, er hendan nýggja ferðsluæðrin tann nýggjasti og uttasti ringurin í okkara vegakervi í høvuðsstaðnum.

 

Vit hava aðrar ringvegir í býnum, sum eins og ringar í einum træi siga frá, hvussu býurin er vaksin við árunum og við aldrinum – Bøkjarabrekka og víðari út móti Jóannes Paturssonar gøtu verður onkuntíð kallað fyrsti ringvegur í býnum, og summi nevna enntá góðu gomlu Bringsnagøtu sum fyrsta ringveg í Havn.”

 

“Í strembanini eftir framburði og størri trivnaði eiga vit eisini altíð at hava atlit til umhvørvið við. Tí gleðist eg eisini um ætlanina við endurbøting av lendinum, har vit fara at brúka flagið frá útgrevstrinum fyri nýggja røktarheiminum í Stórubrekku í Hoyvík til at bøta um inntrivini, sum hesin tunnilin og vegurin hava gjørt í náttúruna.

 

Somuleiðis gleðist eg um, at nýggi tunnilin og vegurin ikki bert fara at betra um møguleikarnar hjá bilferðsluni, men eisini hjá teimum á súkklu – ikki bara í dag, men allar dagar. Og nýggja farleiðin letur eisini upp fyri nýggjum møguleikum hjá bussleiðini, sum við hesum kann røkka upp aftur longri út um býin.“

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##