HUXA: Vit vilja hava føroyskan radara

– Men vit skulu ikki fornerma russarar, sigur formaðurin í HUXA

Nevndin í HUXA. Erling Mørkøre stendur í miðjuni

Nevndin í HUXA. Erling Mørkøre stendur í miðjuni

Seinnapartin í dag luttekur HUXA, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, í kravgongu saman við ungmannafeløgum vinstrumegin miðjuna um hernaðarradaran, ið ætlanin er at seta upp í Føroyum.

 

Í 1980’unum hevði tað verið púra óhugsandi, at borgarligur og vinstravendur ungdómur luttók saman í kravgongu um hernaðarmál. Tá vóru partarnir púra ósamdir um NATO og hernaðarmál.

 

 

 

Les eisini: Ungdómur hjá Fólkaflokkinum tekur óvanligt stig

 

 

 

Formaðurin í HUXA sigur, at nevndin í ungmannafelagnum valdi at taka av innbjóðingini um at vera við í kravgonguni í dag, sum hevur fingið heitið »Kravgonga fyri fólkaræði og føroyskar loysnir«.

 

Kravgongan hevur tveir høvuðsboðskapir. Annar er, at løgtingið skal sleppa at viðgera radaramálið og atkvøða um tað. Hin er, at hernaðarradarin skal verða føroyskur.

 

– Vit vilja brúka hetta høvið til at bera fram okkara boðskap um, at radarin eigur at vera føroyskur. Tí luttaka vit í kravgonguni, sigur Erling Mørkøre, formaður í HUXA.

 

– Royndir politikarar í Fólkaflokkinum, eitt nú Anfinn Kallsberg og Jacob Vestergaard, hava áður ført fram, at radarin eigur at vera føroyskur, og tað taka vit í HUXA eisini undir við, sigur hann.

 

HUXA vil ikki kennast við boðskapin í kravgonguni um, at løgtingið skal sleppa at viðgera hernaðarmálið.

 

– Her er onkur misskiljing komin í, tí tann boðskapin stuðla vit ikki. Vit vilja gera vart við, at vit eru av tí greiðu fatan, at tað er landsstýrið í samráð við uttanlandsnevndina, sum tekur avgerð í hesum máli. Hetta er í tráð við stýriskiparnarlógina og í tráð við galdandi avtalur.

 

– Vit í HUXA taka í egna barm. Vit skuldu havt verið greiðari í málinum og gjørt vart við hetta, áðrenn tiltakið bleiv lýst. Tá tað er sagt, so hava vit fingið lítla og onga kunning, hvør tekstur og annað er og blívur sendur út. Hetta er sera harmiligt, tá vit standa sum fyriskiparar av tiltakinum, sigur Erling Mørkøre.

 

Hann fer at halda røðu á kravgonguni í dag, og tá ætlar hann at bera sjónarmiðið um føroyskan radara fram.

 

– Vit ynskja ein eftirlitsradara heldur enn ein hernaðarradara, og føroyingar skulu hava ábyrgdina av honum og avgera, hvussu hann verður brúktur. Vit eiga at ansa eftir, at vit ikki fornerma russarar, tí teir hava verið ein góður vinnuligur samstarvspartur hjá føroyingum í nógv ár, sigur Erling Mørkøre.

 

– HUXA fer ikki út við karamelleskjum og skeiðum, men vit ætla at bera okkara sjónarmið fram á siðiligan hátt, sigur hann.

 

»Kravgonga fyri fólkaræði og føroyskar loysnir« verður á Vaglinum í Havn í dag kl. 17.00.

 

Les eisini: Kravgonga á Vaglinum

 

Nevndin í HUXA. Erling Mørkøre stendur í miðjuni