Hví er tað gott at búgva í Føroyum?

Tað spyr Unga Tjóðveldið, sum næsta mánaðin hevur kapping koyrandi, har tey ynskja, at listarligir ungdómar svara hesum spurningi. Hvussu tú svarar, er fullkomiliga upp til tín sjálvs.

- Tað einasta tú skalt gera, er at senda okkum eitt listaverk, tað verið seg ein film, ein málning, ein sang ella eina yrking. Einasta treytin er, at verkið lýsir yvirskriftina, sigur Unga Tjóðveldið í tíðindaskrivi.

Til at kjósa vinnaran hava tey skipað eina nevnd við Teiti Lassen, Carl Johan Jensen, Henry á Fríðriksmørk Borðoy og Sakarisi Fríða Stórá.

Listaverk skula sendast til: Unga Tjóðveldið, Postsmoga 143, FO 110 Tórshavn, ella á loysing@yahoo.com